Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við jøvnum millumbilum hoyrist klagusongur frá íbúgvum um vinnulívsdálking – tað veri seg um ljóð, ljós, royk, lukt ella annað, ið fylgir við tungum ídnaðarvirksemi. Vit kenna hesar søgur úr Fuglafirði, úr Runavík, av Skála, úr Ánunum, úr Kollafirði, av Kaldbak og ikki minst av Tvøroyri. Hetta eru dømi um bústaðaøki, ið eru serliga hart rakt av ídnaðardálking, men hetta ger seg eisini í minni mun galdandi aðrastaðni – enntá í Havn.

Grundleggjandi trupulleikin er, at tungur ídnaður verður staðsettur nær við bústaðaøki, hóast hesar báðar funktiónir illa eru sameiniligar. Orsøkin er, at tungi ídnaðurin hevur so nógv negativ árin – sonevndar “negativar eksternalitetir”, at tað gongur ógvusliga út yvir trivnaðin í bústaðaøkinum. Við øðrum orðum er ídnaðargerð mitt í einum bústaðaøki eitt beinleiðis álop og ein devaluering av bústaðaøkinum. Bústaðaøkið missir virði – í fyrstu syftu nyttuvirði hjá íbúgvunum og upp á longri sikt eisini søluvirði av bústøðunum.

Søguliga er tað ein sannroynd, at nógvar bygdir vuksu fram rundan um vinnulívið. Natúrhavnirnar drógu virksemi til sín, ið síðani dróg arbeiðsmegi til sín og elvdi til umfatandi bústaðabygging. Hetta er søguliga orsøkin til, at stór bústaðaøki eru beint við stór ídnaðarøki nógva staðni í landinum. Onkursvegna tykist sum at vinnulívið tí heldur seg hava søgulig rættindi til hesar staðsetingar.

Her er tað, at vit mugu siga stopp!

Vit mugu snøgt sagt skifta spor fullkomiliga og fara inn á eitt heilt annað menningarspor og sleppa industriella “sporbundninum” (path dependency). Tí vil eg við hesi grein seta fram trý mál til landsins politikarar og vinnulívsfólk, ið eg vóni kunnu elva til eitt grundleggjandi kjak um hvønn veg Føroyar skulu mennast framyvir. Tey trý málini verða síðani útgreinað og viðgjørd í trimum fylgjandi brotum.

  1. Tungur ídnaður má framyvir ikki staðsetast í bústaðaøkjum!

  2. Dálkandi virksemi má miðsavnast á fáum úrvaldum økjum!

  3. Føroyar eiga at avídnaðargera vinnulívið!

Fyrsta málið er eitt stuttskygt mál, annað málið eitt meðalskygt mál og triðja málið eitt langskygt mál. Til ber eisini at síggja tey sum eina trappu mótvegis einum betri, burðardyggari Føroyum.

Eg eri fult greiður yvir, at hesi mál eru provokerandi fyri summi, serliga tey, ið hava livað meginpartin av lívinum í 20. øld, men vónandi lesa tit víðari og fáa eyguni upp fyri, at vit kunnu fáa eitt nógv betri samfelag við at seta harðari krøv til ídnaðardálkingina.

Mál 1: Tungur ídnaður má framyvir ikki staðsetast í bústaðaøkjum!
Tað eigur at verða tikin ein greið støða til, at tungur ídnaðar skal staðsetast við ávísari frástøðu frá størri bústaðaøkjum. Hetta krevur bæði, at støða verður tikin til, hvat hoyrir undir tungan ídnað og hvør frástøðan skal vera. Sum nú er verða byggisamtykir skipaðar einfalt í vinnuøki, havnaøki og bústaðaøki uttan stórvegis atlit til hvat slag av vinnuøki ella havnaøki talan er um. Onkrar lokalar ásetingar kunnu tó vera, men sum heild er planleggingin kring landið sera misjøvn.

Her vantar ein kategorisering av vinnu- og havnaøkjum, tí summi vinnu og /ella havnaøki hava sera ógvusligar negativar eksternalitetir, meðan onnur hava beinleiðis positivar eksternalitetir – t.d. smábátahylar ella handilsøki. Eisini eru nógv slík øki, ið kunnu sigast at vera umleið “eksternitets-neutral”, tvs. at tey hvørki gagna ella skaða kringliggjandi øki.

Hetta er eitt stuttskygt mál, ið eigur at viðgerast av kommunum upp á stutt sikt, helst innanfyri verandi og komandi valskeið.

Mál 2: Dálkandi virksemi má miðsavnast á fáum úrvaldum økjum!
Stóri trupulleikin er: hvar skal dálkandi virksemið so staðsetast? Hetta er ein góður spurningur, ið tó eisini hevur at gera við tann heldur dysfunktionella kommunala bygnaðin í Føroyum. Vit hava seinastu árini havt nakrar kommunusamanleggingar, tó at eingin kommuna í suðurøkinum enn hevur valt at leggja saman. Nú verður so aftur gjørd ein roynd, og vónandi merkir tað í fyrstu atløgu, at Suðuroyggin og Sandoyggin verða lagdar saman í hvør sína kommunu.

Men í grundini er tað ein spurningur, um staðseting av dálkandi virksemi yvirhøvur eigur at vera ein kommunal uppgáva, tí tað vil merkja, at hvør einasta kommuna kann draga dálkandi virksemi til sín – til bráðfeingis gagns fyri kommunalu inntøkurnar, men til stóran skaða fyri ávís bústaðaøki í kommununi. Her skal sigast, at jú økisliga minni kommunan er, tess størri er váðin fyri negativum eksternalitetum. Um vit t.d. ímynda okkum, at ein lítil kommuna fær hugskotið at lokka dálkandi virksemi til kommununa, hvar skal hetta virksemi so leggjast?

Av røttum áttu vit at havt nøkur fá øki í landinum, har alt dálkandi virksemi varð miðsavnað. Best hevði verið, um vit bara ofraðu t.d. 3 øki til hetta endamál – eitt í Suðuroy, eitt í miðøkinum og eitt í norðurøkinum. Men hetta vildi kravt, at vit høvdu tríggjar kommunur, og tað er jú fullkomiliga órealistiskt, sum nú er.

Tí átti staðseting av dálkandi virksemi at verið lyft upp á eitt hægri fyrisitingarligt støði – antin sum landsuppgáva ella sum millumkommunalt samstarv. Júst hvar hesi 3 ídnaðarøki skuldu verið, vil eg ikki nevna her. Týðandi er í hvussu er, at vit velja nøkur øki, ið gera sum minst inntriv í verandi bústaðaøki, eins og serliga natúrvøkur øki sleppa snikkaleys. Tað slepst tó neyvan undan, at onkur smærri bústaðaøki mugu ofrast, men at ofra stórpláss sum t.d. Tvøroyri á ídnaðarliga altarinum, er heilt burturvið.

Málið má undir øllum umstøðum vera, at vit dálka og skamfíla minst møguligt av okkara lítla landi. Hetta gera við best við at miðsavna dálkingina á so fáum støðum sum gjørligt. Eisini vil tað tá vera lættari at endurnýta orku og fyriskipa upprudding, tá óætlað útslepp henda.

Hetta er eitt meðalskygt mál, ið helst eigur at røkkast innan komandi 10 árini. Hetta er ikki hugsað fyri verandi vinnulív, men fyri nýggj virki, havnarløg v.m.

Mál 3: Føroyar eiga at avídnaðargera vinnulívið!
Føroyar eru í dag eitt sera dálkandi ídnaðarland. Stórur partur av dálkingini stendst av fiskivinnuni, skipaferðslu og ídnaði. Hetta er virksemi, ið Føroyar sum heild eiga at effektivisera nógv komandi árini. Hetta virksemi eigur at effektiviserast stutt- og meðalskygt, men langskygt eiga vit eisini at avídnaðargera (avindustrialisera) Føroyar, tvs. miðvíst at minka um búskaparliga týdningin av dálkandi virksemi.

Vit hava meiri enn ivaleyst av virksemi í Føroyum, so vit kunnu velja og vraka millum hvat virksemi vit ynskja her á landi. Og her eiga vit at taka eina grøna støðu: vit skulu systematiskt velja ódálkandi vinnulív fram um dálkandi vinnulív, bæði fyri at geva okkara ískoyti til at lækka útlátið av vakstrarhúsgassum og øðrum skaðiligum evnum, men eisini fyri at minka um okkara egnu staðbundnu dálking. Vit eiga snøgt sagt at velja vinnulív, ið veitir okkum nógvar “positivar eksternalitetir”, tvs. vinnulív, ið vit sera gjarna vilja hava sum góðar grannar og frávelja vinnulív, ið veitir okkum nógvar “negativar eksternalitetir”, tvs. vinnulív, ið dálkar, larmar og skaðar trivnaðin.

Hóast vit søguliga hava verið eitt fiskivinnu- og síðani ídnaðarsamfelag, so er tann tíðin við at fara. Ung nú á døgum deila ikki tey materialistisku virði, ið vóru galdandi upp gjøgnum alla 20. øld. Ung ynskja at dentur verður lagdur á grøn virði, og tað er jú tey ungu, ið skulu búleikast her í framtíðini. Tí eigur vinnulívið ikki at planleggjast eftir fortíðini, men eftir framtíðini.

Føroyar eru í veruleikanum ein eftirbátur innan vinnulívsmenning. Onnur framkomin lond hava langt síðani gjørt primer- og lutvíst sekundervinnur til ein viðfáning av búskapinum, og hetta eiga Føroyar eisini at gera. Føroyar eiga at gerast eitt umhvørvisligt undangonguland, heldur enn framhaldandi at vera ein umhvørvisligur eftirbátur. Føroyar eiga eisini at gera sítt til at minka um CO2-útlátið.

Við minni tungum ídnaði verður tað harumframt munandi lættari at staðseta dálkandi virksemið, tí tað verður minni plásskrevjandi.

Hetta er eitt langskygt mál, ið helst eigur at røkkast innan komandi 2-3 áratíggjuni – ella í hvussu er vera komið væl á veg. Ásannast má, at her er talan um kapitaltungar íløgur, ið mugu hava høvi at avskrivast. Júst tí er so týdningarmikið, at vit megna sporskiftið longu nú heldur enn at bíða fleiri ár afturat við at taka prinsiellu avgerðina um einar grønari Føroyar.

Eftirmæli: Rúmliga samfelagsfatanin má styrkjast
Alt hetta byggir á eina rúmliga fatan av samfelagnum, ið verður alt ov lítið viðgjørd. Ein sannroynd er, at alt samfelagsligt virksemi krevur “rúm” (space), men at sumt virksemi er meiri rúmliga krevjandi enn annað. Harumframt er sumt virksemi, ið flýtur yvir í grannarúm og ávirkar hesi positivt ella negativt. Neyðugt er at styrkja rúmligu (spatialu) fatanina av samfelagnum, soleiðis at vit kunnu tosa um hvat virksemi hóskar saman og hvat ikki hóskar saman. Føroyar eru rúmliga sera avmarkaðar, so neyðugt er at hava eina holla rúmliga planlegging, soleiðis at “rúmliga tilfeingið” ikki verður søplað burtur og soleiðis at funktiónir spæla saman heldur enn ímóti hvørjum øðrum.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

 

Eksternalitetir – faktaboks
“Eksternalitetir” eru støður, tá ávirkanin av framleiðslu ella nýtslu av vørum/tænastum elvir til kostnaðir ella ágóðar fyri onnur og sum ikki eru tiknir við í prísirnar, ið eru goldnir fyri vørurnar/tænasturnar, ið eru veittar. (Definitión hjá OECD: Glossary of Statistical Terms)

Dálking er eitt dømi um ein “negativan eksternalitet”. Spillolja á fjørðinum, larmur av skipsmotorum, eitrandi roykur og sjúka av laksi eru dømi um negativar eksternalitetir, ið kunnu elva til sjúku, mistrivnað og annað, ið íbúgvarnir og at enda samfelagið mugu gjalda prísin fyri.

Grøn øki eru eitt dømi um ein “positivan eksternalitet”. Her ber til at njóta natúruna, spæla á spæliplássinum, hitta grannar ella íðka ítrótt. Hesir positivu eksternalitetir elva til betri kropsliga og sálarliga heilsu, trivnað og annað, ið ger íbúgvarnar betri fyri at tæna samfelagnum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo