Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Kapprenningin millum ÍF og SÍ, um at vinna sær pláss í FM-finalunum ímóti Mjølni, hevur verið spennandi sum sjáldan. Í góða viku hevur SÍ verið frammanfyri, men ÍF hevði leikt tveir dystir færri, sum skuldu geva fimm stig, um fuglfirðingar skuldu í finaluna. Tvey av teimum komu í sigrinum í 5-settaranum ímóti Mjølnir hóskvøldið, og so var setningurin at vinna tey írestandi trý stigini ímóti Fleyr leygardagin.

Í Sørvági vónaðu tey, at Fleyr fór at geva SÍ eina hjálpandi hond í finaluna, men tann vónin svann skjót, tí Fleyr, sum annars hevur givið hinum trimum dygga mótstøðu í flestu dystum í ár, hevði lítið at bjóða uppá og tóktist lítið motiverað.

Skjótt var ÍF á odda 14-7 í fyrsta setti, sum ÍF vann 25-16. Í øðrum setti gjørdi ÍF líka skjótt av og fór frá 4-0 upp á 18-9, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

Gongdin var tann sama í triðja setti, har ÍF legði seg á odda 9-2. Men so gjørdi Fleyr ein vørr og fekk eitt sindur av spenningi í settið aftur, tá munurin minkaði niður í 11-12 og 13-14. ÍF fótaði sær tó aftur og vann næstu fýra bóltarnar, og settið 25-20. – Og ikki minst tey trý stigini, sum geva finalupláss.

Nr. 1 og 2 spæla tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður spæld á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum endaði sum nr. 1 (Mjølnir) í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður spæld í Høllini á Hálsi í Havn.

Finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst - og tað er líka mikið, hvussu settúrslitini eru - verður leikt eitt avgerandi Gullsett beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo