Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-105/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um tunfiskamongdir, hjáveiða og veiðumøguleikar av tunfiski í føroyskum sjóøki

Spurningar:
1. Er nakar tunfiskur sum hjáveiða hjá pelagisku skipunum, sum veiða í føroyskum sjóøki?

2. Hvørjir eru møguleikarnir at fara undir royndarveiðu aftur eftir tunfiski við Føroyar?

3. Eru altjóða ásetingar um veiðu av tunfiski ein forðing fyri, at vit kunnu royna eftir hesum fiskaslagi í okkara sjóøki?

4. Hevur Havstovan gjørt nakrar kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í okkara øki, mongdir o.a.?

Svar:
Til spurning 1

Ongar fráboðanir eru skrásettar í veiðidagbókunum hjá skipunum, ið vísa, at uppsjóvarskipini hava fingið tunfisk sum hjáveiðu, meðan tey fiskaðu uppsjóvarfisk.

Til spurning 2
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið lutaði í 2022 fýra tilsagnir um royndarloyvi til fiskiskap eftir tunfiski út í føroyskum øki. Tvær av hesum vóru til størri skip og tvær til bátar í bólki 5.

Royndarfiskiskapurin skal fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi og í neyvum samstarvi við Havtovuna.

Støða er tikin til, at fleiri tilsagnir um royndarloyvi at veiða tunfisk verða ikki latin, meðan verandi tilsagnir eru galdandi.

Til spurning 3
Havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða ásetur í grein 56, at strandarríki hava rætt at skipa fiskiskap í sjóøki teirra.

Harumframt eru tað eisini í grein 64 ásetingar viðvíkjandi skjóttferðandi fiskastovnum nevndum í fylgiskjali I til sáttmálan, og her er tunfiskur. Sambært grein 64 skulu strandarríki og onnur ríki samstarva antin beinleiðis sínámillum um hesar stovnar ella í hóskandi altjóða felagsskapum.

ICCAT – International Commission for the Conservation of Atlantic Tunas (Altjóða nevndin fyri varðveitan av tunfiski í Atlantshavinum) er økisfelagsskapur fyri umsiting av fiskiskapi eftir tunfiski í Atlantshavi. Í ICCAT verða allar avgerðir av týdningi tiknar viðvíkjandi tunfiskastovninum í Atlantshavi. 52 limalond eru í ICCAT. Føroyar hava ikki limaskap í ICCAT.

ICCAT hevur samtykt eina umsitingarætlan fyri tunfisk, og somuleiðis mest loyvdu veiðu og býti av kvotum millum ymsu limalondini. Eftirlitstiltøk viðvíkjandi fiskiskapi, hagreiðing og handli við tunfiski eru ásettar. Allur handil við tunfiski, sum ikki er veiddur við heimild í samtyktini, er bannaður í limalondunum í ICCAT. Talan er um alt handilsligt virksemi, uttan mun til um tað er innflutningur, útflutningur, innlendishandil, landingar, flutningur ella umskipan annars í limalondunum.

Til spurning 4
Kanningar av tunfiski eru ikki gjørdar í nýggjari tíð.

Eldri kanningar, sum táverandi Fiskirannsóknarstovan gjørdi um aldarskiftið, eru til skjals. Hetta eru royndir, har eygleiðarar vóru umborð á japanskum skipum (1997-2002). Hesar royndir vístu, at tunfiskur var at fáa í syðsta partinum av føroyskum øki (í Serøkinum) og vestur móti útsynningshorninum av okkara sjóøki.

Tíðarskeiðið var frá september til oktober.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo