40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan: Forsagnirnar hava seinastu vikuna verið ójavnar um, hvussu veðrið verður í Føroyum fyrst í komandi viku. Men tað er vorið alsamt meira greitt, at tað verður illveður um okkara leiðir í annaðkvøld og fram til og við fyrrapartin mánadagin.

Vit kunnu vænta okkum storm av vestri í annaðkvøld, har ið miðalvindurin um okkara leiðir verður upp í 25 m/s við hvirlum upp í ódn, t.v.s. omanfyri 32,6 m/s. Sum forsagnirnar síggja út í løtuni, so verður vindurin eitt vet minni enn í storminum, sum vit høvdu týsdagin í farnu viku.

Tó er tað framvegis nógvur vindur, og er vestan ella útsynningur-vestan skaðaætt har, ið ein er staddur í annaðkvøld, so er at vera varin. Hóast Veðurstovan er í vikuskifti, so fara vit at fylgja gongdini í veðrinum so frætt sum til ber.

Men hvaðani kemur hesin stormurin? Myndin niðanfyri vísur okkum, at fyrr í dag lá eitt markant brúgvalag við amerikonsku eysturstrondini ímillum heitu luftina yvir Atlantshavinum og køldu luftina yvir Kanada og norðara partinum av USA. Eitt lágtrýst haðani er í dag farið at dýpast og fer í ein landnyrðing fram við jetstreymunum í hæddini. Hetta lágtrýstið dýpist tvørturum Atlantshavið, áðrenn tað fer beint norðurum okkum í annaðkvøld.

##med2##

Hetta lágtrýstið møtir einum øðrum lágtrýst á leiðini til Føroya, tí í løtuni er stormur beint vestanfyri Kappan. Flestu forsagnirnar peika nú á, at hetta stormlágtrýstið vestanfyri Kappan fer at býta seg í tvey, og at onnur helvtin flættar saman við okkara stormlágtrýsti beint eystanfyri Kappan.

Dagurin í morgin byrjar við, at ein hitabrúgv fer framvið okkum við nakað av regni, og vit fáa útsynning hesa tíðina. Seint seinnapartin ella í annaðkvøld fer kuldabrúgvin framvið, og tá kunnu vit vænta, at hvirlurnar koma. Hann fer at vaksa um vindin til 20-25 m/s og fer spakuliga upp í útsynning-vestan seinni mánanáttina og á morgni upp í vestan.

Vit fylgja gongdini í hesum lágtrýstinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo