40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

2023 verður árið, har tann fimti Indiana Jones-filmurin verður frumsýndur. 

"Indiana Jones and the Dial of Destiny" kemur eftir ætlan í biografarnar tann 30. juni.

Harrison Ford, høvuðsleikarin, er eftirhondini vorðin 80 ár, og tað eru fimtan ár síðan seinasta filmin í røðini.

Ein annar "blockbustari" í ár er nýggjasti Mission: Impossible-filmurin, sum verður frumsýndur tann 14. juli. 

Filmurin eitur "Mission: Impossible – Dead Reckoning Part One", og hetta er tann sjeyndi filmurin í røðini.

Filmurin hjá Tom Cruise og co. skuldi verið komin fyri tveimum árum síðani, men koronafarsóttin hevur útsett filmin.

Av øðrum filmum, sum koma í ár, kunnu nevnast:

- "Cocaine Bear" við Keri Russell, O'Shea Jackson Jr, Alden Ehrenreich og Ray Liotta (24. februar)

- "The Little Mermaid" við m.ø. Javier Bardem og Melissa McCarthy (26. mai)

- "Barbie" við Ryan Gosling og Margot Robbie (21. juli)

- "Oppenheimer", ein Christopher Nolan-filmur (21. juli)

Sí topp 20 listan hjá bbc.com yvir filmar, sum eru verdir at síggja í 2023 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo