Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstova: Innflutningurin fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,7 milliardir krónur. Hetta er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo