At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin til og við september er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 9,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 25%. Sostatt er vøksturin minkaður eitt vet síðan seinasta mánað. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinasta árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt fyri 717 milliónir krónur ella 72,5% meira enn sama tíðarskeið í fjør av brennievni. Innkeypsprísurin fyri gassolju hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu mánaðirnar, meðan prísurin fyri bensin er lækkaður nakað síðani juni mánaða.

Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til aðra framleiðslu. Har er innflutt fyri 408 milliónir krónur meira, sum er 29% vøkstur.

Í september 2022 varð innflutt fyri 665 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo