40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2022 til mars 2023 var 12,7 milliardir krónur. Tað eru 2,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið. Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 164 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutninginum seinasta árið er við at steðga upp.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 855 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 293 milliónir krónur ella 46 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslu',  stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo