Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Javnan verður tikið til, at føroyingar hava eina ríka sangmentan. Eina sangmentan, sum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum bæði til gaman og álvara. Hvussu nógv verður sungið kring landið í dag er helst sera ymiskt. Tó er tað mín fatan, at sangur, felagssangur og ikki minst kórsangur,  enn eru partar av bæði vertsliga og andaliga felagslívinum kring landið. Tí er natúrligt at kórsangur eisini hevur havt áhuga millum føroyingar í útlegd.

Í Keypmannahavn sungu føroyingar í kóri seinast í 1930-árunum. Ljómur varð kórið kallað, men lá stilt frá miðskeiðis í 1950, til Ólavur Hátún mitt í sekstiárunum byrjaði tað aftur.

Í 1971 varð Húsakórið sett á stovn. Komin aftur av konsertferð í Eysturríki við Havnarkórinum settu tey fýra, Ása Justinussen, Sólva Johannesen, Zacharias Sørensen og Kári Bæk sær fyri at stovna kór í Keypmannahavn, har tey høvdu sett búgv. Fyrsti kórleiðari hjá kórinum var Alex Sólstein, sum tað árið var á skeið í danska høvuðsstaðnum.

Húsakórið helt til í Føroyahúsinum og harav kom navnið.

Í fyrstani var kórið ikki stórt – eini 15 sangarar, men við tíðini legðist afturat, til tað síðst í nítiárunum taldi knapt 60 sangarar. Í dag syngja eini 40 sangarar í Húsakórinum.
Helst var fyrsta framførslan hjá Húsakórinum, tá kórið sang til veitslu hjá Føroyingafelagnum á vetri 1972/73. Kórið sang annars fyrstu árini til ymisk mentanartiltøk í húsinum og hevði javnan konsert í Sámuelskirkjuni á Nørre Brúgv, har føroyska kirkjuliðið helt til.

Niðurgangstíðinar í Føroyum miðskeiðis í 1990-árunum vóru uppgangstíðir hjá føroyskum kórsangi í Keypmannahavn. Húsakórið taldi tá um 55 sangarar og eitt føroyskt kór afturat, Mpiri, varð sett á stovn í býnum.

Húsakórið luttók og fyriskipaði í hesum tíðarskeiðnum nakrar av stóru Norðuratlantisku kórstevnunum, ið vóru hildnar í ymiskum donskum býum. Av størri verkum, sum

Húsakórið, undir leiðslu av Marianne Clausen, framførdi hetta tíðarskeiðið, kunnu nevnast Listaskálakantatan og Carmina Burana.

Húsakórið gav í 2005 gjøgnum Tutl út fløguna Sólarmessa, við sangum, sum kórið hevði sungið gjøgnum tíðina. Kórverkið Sólarmessa var eitt av verkunum á fløguni, sum Palli Hansen hevði skrivað til kórið. Tórður á Brúnni stjórnaði kórið ta tíðina.

Húsakórið er í dag sera virkið og syngur til hópin av tiltøkum í Keypmannahavnarumráðnum. Púra rætt hava fólkini handan kórið, tá tey í tíðindaskrivið um daganar siga: “Vit kenna okkum sum góð umboð fyri Føroyar”. Kórið hevur ment seg nógv seinastu árini undir leiðslu av Tóru Vestergaard. Hetta gav at bíta tá kórið í 2018 luttók  á Kórfestivalinum í Føroyum. Einki var at ivast í, at kórið  kundi metast millum tey betri kórini í Føroyum.

At kórið er eitt útisetakór ger, at stór útskifting alla tíðina er í hópinum. Soleiðis eisini millum kórleiðarar. Hesi 50 árini hevur kórið havt 12 kórleiðarar og ómøguligt er at meta um, hvussu mangir sangarar hava sungið í kórinum. Hetta viðvirkar alt til, at tónleikaliga støðið hevur verið skiftandi. Men kórið hevur, við sínum sterka sosiala profili, verið ein savningarmiðdepil millum føroyingar í Keypmannahavn øll 50 árini. Mong eru eisini tey, sum við gleði minnast aftur á tíðina í kórinum. Ikki minst eg sjálvur, sum bæði havi stjórnað kórinum og sungið tenor.

Mín vón er á hesum 50-ára stovningardegi at instutitiónin Húsakórið framhaldandi fer at savna og gleða, ikki bara kórliminar, men eisini øll tey, sum fara at líða á.
Í samband við 50-ára hátíðarhaldið hjá kórinum verður skipa fyri konsert í Sankt Andreas kirkjuni leygardagin 6. November kl 16.00, har øll sjálvandi eru vælkomin.

Leif Hansen

Kórleiðarar í tíðarrøð:
Alex Sólstein 1971 – 1972
Sámal Júst Ziska Dahl 1972 – 1973
Knút Olsen 1972 – 1973
Christian Wahl 1973 – 1978
Marianne Clausen 1978 – 1979
Bjarni Restorff 1979 – 1984
Símun Andrass Andreasen 1984
Marianne Clausen 1984 – 2000
Sunleif Rasmussen 2000 – 2001
Tórður á Brúnni 2001-2010
Leif Hansen 2010 – 2011
Benjamin Gaasedal 2011 - 2013
Tóra Vestergaard 2013 -

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo