40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Apple hevur júts sent út eina ávaring um, at tann nýggja iPhone 12 er vandamikil fyri fólk við pacemakara ella ICD-kveikjara.

iPhone 12 inniheldur sterkar magnetir, sum eru serliga vandamiklar fyri ICD’arar.

Orsøkin er, at ICD’arin stoytir hjartað fyri at halda rútmuna, um hjartað steðgar ella leggur sløg burturúr.

Men um ein iPhone 12 er tæt við kveikjaran, so forða magnetirnar stoytinum.

Tí verður mælt øllum, sum hava kveikjara, um aldri at hava telefonina í bróstalummanum og annars at halda henni burtur frá yvirkroppinum.

Snildast kanska at keypa eitt annað snið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo