- Tað var ein so stórur hylur á vegnum út á Glyvursnes, at bilfrørarnir máttu sendast til hús í morgun, sigur Rasmus Rasmussen frá IR Lastbilum.
Lastbilarnir hjá IR Lastbilum koyra knúst grót frá Glyvursnesi og inn til Skansabryggjuna, men í morgun var ikki ráðiligt at koyra gjøgnum djúpa hylin, so bilarnir máttu gevast.
- Vit bíðaðu eina góða løtu eftir eini loysn, men tá einki hendi, so fóru bilførararnir bara til hús, sigur Rasmus Rasmussen við VP.
Sambært Rasmus Rasmussen so hava bæði Tórshavnar kommuna og byggifyritøkan sum gjørdi vegin, Articon, fingið boðini um hylin, men nú tá VP tosaði við Rasmus Rasmussen var einki hent.
Rasmus Rasmussen sigur at hetta er ikki fyrstu ferð at hylur hevur verið á vegastrekkinum, men ongantíð so stórur og so nógv vatn sum í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo