Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at koronatiltøkini eru herd.

Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

- Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.

- Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo