Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl

So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.

Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk – bæði innandura og uttandura –  í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.

- Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo