Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Íslendski forsetin, Gudni Johannesson hevur í kvøld talað til tjóðina úr Hallgrímskirkjuni í Reykjavík. Hann segði millum annað, at íslendingar nú eiga at fyrireika seg uppá tað ringasta, hóast teir sjálvsagt vóna tað besta. 

- Góðu landsmenn. Vit vita framvegis ikki, um tað fer at goysa undir Grindavík. Men um tað hendir, so skulu vit nokk klára tað eisini, segði hann millum annað.

Myndugleikarnir hava flutt allar íbúgvarnar burtur úr býnum Grindavík á Reykjanesi, nærhendis Bláa Lóninum og eisini nærhendis floghavnini Keflavík. Í dag hava nøkur fólk fingið loyvi at sleppa heimaftur eitt stutt bil, og í morgin verður avgerð tikin, um nøkur afturat sleppa heim okkurt ørindi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo