Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Vinnarnar á Tórshavn Bridgefestivali: Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson (í miðjuni), nummar tvey Hrannar Einarsson og Steinar Jónsson (th) og nummar trý Heðin Mouritsen og Vigfús Pálsson (tv)

Vinnaraparið Sigurður Skagfjørð Ingimarsson (tv) og Svanhildur Hall (th)

Jóan Petur Hentze (í miðjuni), kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, setti kappingin í gongd, tá hann meldaði fyrsta meldið. Hitt parið við borðið eru Bjarni Hólmar Einarsson (tv) og Bogi Simonsen (th), sum vunnu kappingin í fjør. Jákup Sørensen, fyrskipari, stendur uppi og so sæst nakkin á hansara bridgemakkara – Leivi Holm

Tórshavnar Bridgefestivalur: Fyri fimtu ferð hevur Tórshavnar Bridgefestivalur verið, og í ár vóru íslendingar á øllum ovastu plássunum, tó so at par nummar trý var eitt blandað føroyskt-íslendskt par.

Seinasta stikk var í vikuskiftinum tikið í altjóða bridgekappingini Tórshavn Bridgefestival – eftir at 58 pør høvdu spælt 95 spøl í tveir dagar.

Íslendska parið Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson vunnu kappingina.

26 pør vóru úr Føroyum. Undanfarnu fýra kappingarnar hevur Bogi Simonsen vunnið – tríggja av teimum saman við íslendska Bjarna Hólmar Einarsson. Hóast teir aftur vóru favorittar í ár, so eydnaðist ikki fáa eitt av ovastu plássunum. Tvey íslendskt pør og eitt føroysk-íslendskt par vunnu trý tey ovastu plássini. Afturat vinnararunum Svanhildur og Sigurður, vórðu Hrannar Einarsson og Steinar Jónsson nummar tvey og Heðin Mouritsen og Vigfús Pálsson nummar trý.

Kappingin er skipað, sum parakapping, har øll pørini kappast móti hvørjum øðrum, um hvør dugur best við teimum 13 kortunum, sum hvør hevur – og øll fáa somu kort at spæla.

Í eini so stórari bridgekapping sæst nokk so skjótt, hvørji tey bestu pørini eru, men hvør verður endaligi vinnarin, sæst sjáldan fyri enn seinasta stikkið er tikið.

Tórshavn Bridgefestival hevur eisini fingið dyggan stuðul frá nógvum fyritøkum og felagsskapum. Tórshavnar Kommuna hevur hvørt ár verið hollur stuðul, sum ein liður í at draga altjóða tiltøk til høvuðsstaðin. Í ár var tað Jóan Petur Hentze kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, sum setti festivalin og setti seg við borðið hjá vinnarunum í fjør og meldaði fyrsta meldið.

- Samstarvið við Tórshavn Bridgefestival hevur øll árini verið fyrimyndarligt, segði Jóan Petur Hentze.

Hetta var fimtu ferð, at Tórshavn Bridgefestival var hildin og hevur fingið góða undirtøku millum bridgespælarar uttanlands – tó nógv flestir spælarar úr Íslandi. Men spælarar vóru eisini úr hinum Norðurlondum, Niðurlondum, og USA.

Tórshavnar Bridgefestival, sum verður fyriskipað sama við Føroya Bridgesambandi, verður aftur 23. til 26. mars 2025.

Vinnaraparið Sigurður Skagfjørð Ingimarsson (tv) og Svanhildur Hall (th)

Jóan Petur Hentze (í miðjuni), kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, setti kappingin í gongd, tá hann meldaði fyrsta meldið. Hitt parið við borðið eru Bjarni Hólmar Einarsson (tv) og Bogi Simonsen (th), sum vunnu kappingin í fjør. Jákup Sørensen, fyrskipari, stendur uppi og so sæst nakkin á hansara bridgemakkara – Leivi Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo