Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Altjóða miðlar ótolnast eftir prógvum um, at Hamas brúkti al-Shifa sjúkrahúsið í Gaza, sum Ísrael í gjár leyp á, til hernaðarlig endamál. Ísrael brúkti annars tað sum umbering fyri at leypa á sjúkrahúsið.

Yvir 2.000 sjúklingar, starvsfólk og onnur sum søktu sær skjól frá krígnum vóru á sjúkrahúsinum. Tað er í stríð við Genève avtalurnar um kríggj at leypa á sjúkrahús, og Ísrael hevur verið fyri sera hørðum atfinningum, men Ísrael segði tað vera neyðugt at leypa á, tí Hamas brúkti sjúkrahúsið til hernaðarlig endamál. Eitt nú skuldi ein herleiðsludepil vera at finna undir sjúkrahúsinum.

Eftir bardagar í nakrar tímar hevði ísraelski herurin fult tamarhald á sjúkrahúsinum. Fýra mótstøðumenn lógu eftirá. Ísrael vísti fram nakrar byrsur, nakað av lóðri og aðra lætta hernaðarútgerð, men prógvini um, at ein herleiðsludepil skal vera undir sjúkrahúsinum hava enn ikki verið at sæð. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo