Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

24. februar 2022 broyttist verðin. Russar lupu eirindarleyst á Ukraina. Í einum viðtaki ætlaði Putin at taka Kiev, avrætta Zelenskyj og seta sínar lærhvølar við stýrisvølin í Ukraina. Hetta skuldi vera fyrsta stigið, áðrenn leiðin lá eftir baltisku londunum og síðani hótta alt Europa.

Hetta sóu Svøríki og Finnland, sum í stundini søktu limaskap í Nato.

Putin fór dyggiliga skeivur. Álopini á Ukraina misseydnaðust fullkomiliga. Russar vóru riknir aftur. Avdúkað varð samstundis, at russara á leiðini móti Kiev høvdu stolið, pínt, neyðtikið og myrt 1000tals ósek sivil frá hond – har var eingin virðing.

Slóðin av ræðuleikum er ørandi. Sami ræðandi atburður eysturi í Ukraina, har russar umframt hava ræðslu- og valdsbumbað sivil, el- og vatnsverk við eittans endamáli – tyrannisera og drepa frá hond, umframt at túsundtals børn eru stolin og send til ”enduruppaling” í Ruslandi.

Síðani eru um 6 mio. fólk flýdd innlendis í Ukraina og 8 mio av landinum, flestu kvinnur, børn og gomul fólk. Helst eru fleiri enn 100 túsund ukrainskir hermenn falnir og eins nógvir særdir.

Í stórlætisørsku hjá Putin var Ukraina bara byrjanin til ætlanirnar at endurskapa sovjetisku landamørkini.

Av berum óndskapi eru 10túsundir av rakettum og iranskum Shahed kamikazu dronum sendar inn í Ukraina, har eitt av málunum er at forkoma øllum korngoymslunum í landinum. Sambært ST, hevur tað higartil í ár tikið breyðið úr munninum á minst einari millión av fátøkum runt heimin.

Og í Føroyum tosa vit um mat til russar..?

Bakkarnir hjá Putin
Vesturheimurin tók lógvatak at hjálpa Ukraina. Hetta høvdu despotarnir í Kreml ikki væntað.

Kortini var hjálp hjá Putin at heinta aðrastaðni. Í síni ørsku sá hann seg í sínum íspunna narrativi sum undangongumannin til New World Order, har hann og russar eru bulverkið móti vesturlendskari neokolonialismu.

Bakverjararnir vóru í stundini tøkir – Ebrahim Raisi, Kim Jung Un, Lukashenko, Bashar al-Assad, Maduro, Ramzan Kadyrov, Isaias Afwerki og ikki at gloyma Xi Jingping, sum hevur hepnast at gera Rusland til eina rávøruprovins hjá Kina og Putin til ein kinesiskan lærhvølp.

Umframt hesar einaræðisharrar og despotar, sum støðugt lúgva, fongsla, jagstra og myrða alla andstøðu, so fylktust hópurin av valdsharrum í sokallaða triðja heiminum um Putin, har serliga bølmenni í Sahel-økinum í Afrika lýstu sín Putintrúskap.

Felags fyri alla teggjuna av valdsharrum, psykopatum og bøðlum er, at teir avgjørt onga virðing hava fyri fólkaræði, rættartrygd, mannarættindum, talu- og skrivifrælsi og heldur ikki trúarfrælsi – beint tvørturímóti.

Saman við hesum stinga fleiri eltibløðrur seg upp altjóða, har teir erta og nerva samanhaldið í Nato og Vestanlondunum. Ringastur er Erdogan, sum sjónliga ikki er annað enn úthálaður despotur.

Honum á baki er semi-demokraturin Viktor Orban, sum alt meira er vorðin ein skensil í europeisku familjuni.

Iran, Rusland og Kina
Tað er eingin ivi um, at skemdarálopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober var orkrestrerað av Iran við stuðli frá Putin og óivað eisini góðkent av Xi Jingping.

Russar høvdu desperat brúk fyri nýggjum vígvølli, so alheimurin vendi sær burtur frá Ukraina. Ráari og harðrendari, tess betur.

Síðani hava russiskir propagandamiðlar dagliga ”dokumenterað” líðingarnar í Gaza, samstundis sum Putin í samrøðu hálvan oktober boðaði frá, at lagnan hjá Palæstina varð treytað av krígnum í Ukraina.

Sum hann málbar eg: ”Aftanvert tragediuna hjá palæstinum og í Miðeystri annars, aftanvert spesialoperatiónina í Ukraina og øllum konfliktum í heiminum, er tað USA og teirra satelittar, sum standa aftanfyri. Tað er eyðsýnt fyri øll….., russar stríðast ikki bert egna vegna, men fyri øll fólkasløg, sum í dag eru offur fyri neokolonialistiska politikkinum…”.

Og hann helt fram: ”Tað er bert gjørligt at hjálpa Palæstina við at kríggjast móti teimum, sum hava orsakað hesa tragediu. Russar kríggjast móti teimum við síni spesilaoperatión, júst soleiðis stríðast vit – fyri okkum og fyri øllum, sum stremba fyri reinum og sonnum frælsi”.

Hesin boðskapur var beinleiðis eggjan til alheims jihadistar um at savna seg við Ruslandi um uppgerð við Vesturheimin um valdið í heiminum.

Í statsmiðlinum Rio Novosti helt viðmerkjarin Pjotr Akopov, at her var talan um áheitan á allar muslimar yvirhøvur. Tapir Rusland í Ukraina, fer ólukkan at raka 2 mia. muslimar….?

Politiska svadan hjá Putin samsvaraði eisini við hansara fatan av Ísrael. Meðan flestu heimsins leiðarar sendu ísraelsku stjórnini samhugaboð 7. og 8. oktober, so kom einki frá Putin fyrr enn 10 dagar aftaná Hamas-álopið.

Harafturímóti tóku russar móti høgtstandandi Hamas-umboðum í Moskva, har Hamas aftaná vitjanina alment sendi fjarrit til Putin, har takkað var fyri støðu hansara móti zionistisku aggressiónini?

Trælabindingin
Bakverjan hjá Putin, Kina, hevur heldur ikki hildið seg aftur. Í kinesiska floksblaðnum People´s Daly ljóðar um dagarnar, at “..neokolonisman er amboðið, sum kapitalistisku londini nýta mótvegis menningalondunum at missnýta teirra ríkidømi…. At týna hetta er tvingandi neyðugt at fáa reist óvilduga og rættvísa heimsskipan…”.

Samstundis er navnið Ísrael strikað á kortunum hjá kinesisku tech-risunum Baidu og Alibaba, bert býarheiti og landamørkini standa eftir.

At russar og kinesar farnu mongu árini hava havt leiguherðar í Afrika, fíggjarliga trælabundið stóran part av kontinentinum og annars halda hondina undir korruptum despotum, sigur søgan sjálvsagt einki um.

At kinesar eisini hótta alt fjareystur, so grannalondini har gerast alt meira fjálturstingin, er slettis ikki við í líkning teirra um neokolonialismu.

Á felags vígvøllinum móti Vesturheiminum hava russar og kinesar nú gjørt sáttargerð við mullah´irnar í Teheran, sum fíggja og vápna terrorrørslurnar Hamas, Islamisk Jihad og houthiarnar í Yemen. Iran, sum síðani ayatollah Khomeini í 1979 lýsti erklerað mál at týna Ísrael, er á eggini at fáa kjarnorkuvápn. Hendir tað, er tað bert spurningur um tíð, til Ísrael er lagt oyði.

Tey progressivu og Greta
Men eisini í Vesturheiminum hevur propagandaboðskapurin um neokolonianismu fest røtur. Sokallaðu progressivu vinstrahallu umhvørvini tvíhalda um, at vit struktuelt halda minnilutar niðri og vit altjóða hava skuldina av øllum verðsins vesaladómi og sjálvsagt eisini veðurlagsbroytingunum.

Greta Thunberg liggur heldur ikki á løtu síðuni. Um dagarnar tweetaði hon, at tíðin við neokolinalu klimaloysnum er farin ….., sama við missnýtsluni av náttúru og fólkum. Á Instagram helt hon fram: ”Eg haldi við Gaza”. Klimabardagin og Gaza gjørdust knappliga sama sak. Nú er brádliga talan um økokolonialismu og palæstinakolonialismu??

Á klimafundi hjá Gretu 13. november skóru heppararnir brádliga í róp: “From the river to the Sea”, herróp, sum nú fer sum eldur um alt Europa. Ísrael skal týnast.

Ísrael einki val
Ongantíð síðani seinna veraldarbardaga eru jødar jagstraðar sum nú. Teir vita, at stríðast teir ikki, verða teir týndir. Har er einki val. Tapa teir kríggið, er Ísrael endaliga strikað sum tjóð.

Londini, sum kunnu steðga Iran, Hamas, Hezbollah, Islamic Jihad og aðrar terrorfelagsskapir, eru londini, sum skýggja fólkaræði, mannarættindi, rættartrygd og trúarfrælsi – serstakliga Rusland, Kina og flestu muslimsku londini.

Hesi kunnu gera sína ávirkan galdandi, so friður fæst millum ísraelar og palæstinar. Men so eiðasørt. Tað hevur størri týdning at hava grýtuna á kók, at halda fast við antisemitismuna og áhaldandi halda negativa fokussið á Ísrael.

Hetta vilja russar eisini burturav, so teir kunnu jarðleggja Ukraina og nærkast málinum at hótta alt Europa.

Hamas, sum fjalir seg í sjúkrahúsum, skúlum, stovnum og undir jørð, hevur avgjørt onga samkenslu við sivilfólkunum, sum teir siga seg verja. Øll tøl um deyð og myndir av falnum er orkestrerað av Hamas, sum ikki blúgvast at bera á torg propaganda við eittans endamáli – at geva Ísrael skuldina fyri alla armóðina, sum Hamas kyniskt hevur orsakað.

Hetta hevur givið afturljóð allastaðni, ikki minst í Europa, her tað eru útvið 30 mio. migreraðir muslimar, sum flestu brúka hvørt høvi at mótmæla og annars útskamma okkara samfeløg.

Men sum Gadaffi, sáli, segði. Vit kunnu ikki hertaka Europa við stríðsvognum, vit fara at gera tað við barnavognum!

Okkara eltibløðrur
Eisini her hjá okkum eru eltibløðrur. Seinast í oktober var samhugaløta fyri palæstinensum á Vaglinum, har forkvinnan fyri tiltakinum ikki vildi taka frástøðu frá Hamas.

Tað mest undranarsama í hesi stevnu var, at har vóru myndir av sympatisørum, sum sóust fremst í LGTB-gonguni undan ólavsøku!  

Hvar høvdu hesi verið millum Hamas-brøðurnar í Iran og Gaza? Søguloysið er fullkomið, har einki fantilsi á.

Vit liva vissuliga í óunniligari rembingartíð, har stríðið fer at standa millum frælsi og ófrælsi, millum tað rætta og tragiska.

Livst so spyrst. 

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo