Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ísrael leyp á midnátt okkara tíð á al-Shifa sjúkrahúsið í Gaza. Starvsfólkini fingu at vita ein hálvan tíma áðrenn álopið byrjaði, so tey kundu fyrireika seg sum frægast, sigur ein lækni á sjúkrahúsinum við CNN. Hann sigur, at yvir 2.000 sivilfólk eru á sjúkrahúsinum.

Bæði ísraelskar og amerikanskar fregnartænastukeldur hava alla tíðina sagt, at yvirgangs felagsskapurin Hamas brúkar sjúkrahúsið til at samskipa síni álop á Ísrael. Eisini eru fleiri tunlar, sum Hamas hevur bygt, undir sjúkrahúsinum.

Og okkurt bendir á, at tað er nakað um tosið. Longu í 2015 fanst mannarættindafelagsskapurin Amnesty International at Hamas, fyri at hava innrættað torturkømur inni á sjúkrahúsinum, sum verða brúkt til at pína mótstøðufólk í Gaza. 

Ísrael hevur alla tíðina sagt, at so skjótt sum Hamas fríar allar gíslarnar, sum vórðu tiknir 7. oktobur, og gevur seg yvir, enda álopini á mál í Gaza.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo