Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Latin er upp ein trygg rýmingarleið til tey, sum framvegis eru inni í Gaza. Rýmingarleiðin er opin til klokkan 13 lokala tíð sum er klokkan 11 okkara tíð, hevur ísraelski herurin boðað frá í morgun.

Lagt verður afturat, at øll sum vilja familju síni væl eiga at rýma alt fyri eitt.

- Vit eru í kríggi við Hamas, ikki við vanliga fólkið í Gaza, sigur ísraelski herurin millum annað í videobrotum sum fleiri ferðir seinasta samdøgrið er sent íbúgvunum í Gaza.

Ísraelski herurin ger seg til reiðar at leypa á Gaza, fyri at útrudda Hamas sum síðsta leygardag framdi eina ógvusliga yvirgangsatsókn inni í Ísrael sum kostaði nógvum 100 ísraelum lívið. Síðani tá hevur mannfallið verið stórt á báðum síðum. Talið á deyðum, bæði sivilfólki og herfólki, í Ísrael er farið væl uppum 1.000. Óváttað tøl frá palestinskum keldum siga, at nógv 100 børn og kvinnur eru deyð síðstu nátt av ísraelskum rakettum sum verða skotnar inn í Gaza.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo