Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í kjalarvørrinum á hendingunum í Ísrael og Gazageiranum, vísir Filmsfelagið nýggja ísraelska heimildarfilmin ”Innocence”, sum 45 ára gamli Guy Davidi hevur leikstjórnað.

Sýningin verður mikudagin 22. novembur kl 20:00.

Í 2013 vórðu hann og palestinski Emad Burnat Oscartilnevndir fyri filmin ”5 Broken Cameras”. Tað er fyrstu ferð at ein palestini er tilnevndur eina Oscarvirðisløn. Fyri filmin vunnu teir báðir leikstjóravirðislønina á Sundance Film Festival og Emmy virðislønina.

Guy Davidi er føddur í Jaffa í 1978 og vaks upp í Holon og Kfar Saba.

Nýggja filmin ”Innocence” hevur danska Sigrid Dyekjær framleitt, eins og hon gjørdi í førinum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti í 2020. Íslendski Snorri Hallgrímsson hevur gjørt tónleikin.

Ísraelski filmurin spyr, nær einoygd propaganda verður til staðfestan sannleika? Og hvør rindar kostnaðin?

Við støði í ísraelsku hernaðarskylduni viðger Guy Davidi tey tjóðskaparligu uppáhald, sum vit oftast hoyra í miðlum og politikki. Úrslitið er ein sterk lýsing av teim ungu, ið doyggja alt ov tíðliga, og ein sannførandi greining av teim mongu maskum, ið propaganda hevur og kann fáa.

Í ísraelska herinum er hernaðarskyldan hjá monnum trý ár og knøpp tvey ár hjá kvinnum. Øll skulu í herin. Tí er umráðandi, at ikki bara tey ungu, men eisini næstrafólk teirra taka undir við krevjandi venjingunum. Men øll eru ikki samd um hesi viðurskifti.

”Innocence” er ognaður teim ungu, sum eftir slítandi kropsligu og sálarligu venjingarnar ikki bóru boð í bý. Frá reklamufilmum hjá herinum til tjóðarbyggjandi hetjusøgur, sum húski fortelja við døgurðaborðið.

Kendi danski filmsummælarin, Per Juul Carlsen, gav filminum fimm stjørnur í Kristeligt Dagblad og skrivaði, at ”Innocence” er ein serstakliga harðrendur krígsfilmur, men við lægstu ljóðstyrki. Júst tí er hann so sannførandi.

Ummælarin hjá Screen Daily sigur um filmin, at hann er “eye-opening and powerful”, meðan ummælarin hjá Sight and Sound hjá bretska filmstovninum sigur, at filmurin er “a furious documentary”.

Filmsfelagið 22/11 kl 20:00 Innocence (Guy Davidi, Ísrael, 2023 100 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo