

Myndir av monnum, kvinnum og børnum í Gasa, sum eru diddarak, eru nú eisini at síggja í ísraelskum miðlum, og í ísraelska býnum Tel Aviv eru nú regluligar mótmælisgongur við myndum av børnum, sum svølta í Gasa.
- Vit síggja alsamt fleiri fólk, sum ikki vilja góðtaka tað, sigur Alon Yakter, sum er leiðandi lektari á universitetinum í Tel Aviv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo