Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg fegnist um, at aðrir flokkar eisini taka undir við, at Uttanlandsnevndin skal skipast øðrvísi og kunnast betri. Júst hetta ráddi Sambandsflokkurin á Fólkatingi eisini til í apríl í fjør, í frágreiðingini “Føroyar á geopolitiska heimskortið.

Í dag ásetur Stýrisskipanarlógin bert uttanríkismálaráðharranum at ráðføra seg við nevndina, tá ítøkiligar avgerðir skulu takast, og ikki kunna nevndina um generel uttanríkispolitisk viðurskiftir.

Hinvegin skal danska stjórnin umrøða OG kunna Uttanríkispolitisku Nevndina – UPN – á Fólkatingi um mál av uttanríkispolitiskum týdningi. Tískil kemur fyri, at UPN á Fólkatingi er væl betri kunnað um uttanríkispolitisk viðurskifti enn Uttanlandsnevndin.

Tað er umráðandi, at í tráð við at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm og eru komnar á geopolitiska heimskortið, at arbeiðið í Uttanlandsnevndini verður skipað øðrvísi. Eg fegnist um, at tað nú tykist at vera breið politisk undirtøka í Føroyum fyri at at gera hesar broytingar.

Anna Falkenberg,
Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo