Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest á Vaglinum í Havn, leygarkvøldið 21. juli. Tí longu nú er greitt at Burhan G, Danny & The Veetos, Burak Yeter og Signar í Homrum verða millum mongu nøvnini. Og í dag er kunngjørt at nýggjasta navnið á plakatini er danska stjørnuskotið Jacob Dinesen.

22 ára gamli Jacob Dinesen mann nokk vera eitt tað mest spennandi navnið í Danmark í løtuni. Sangarin og guitarleikarin frá Tønder í Suðurjútlandi hevur veruliga sligið ígjøgnum við síni rødd og amerikanska rokki við íblástri frá keltiskum fólkatónleiki. 

Hann spældi yvir 100 konsertir í Danmark í fjør, har allar vóru útseldar. Hann spældi eisini á stóru festivalunum Skagen Festival, Nibe Festival og Tønder Festival. Hann varð innstillaður til GAFFA-Prísin longu í 2016 sum “Årets nye danske navn” og ikki kann sigast annað enn at tað hevur gingið skjótt fyri seg.

Hansara fyrsta fløga “Count the Ways” kom út í 2015, og av henni var tað serliga løgini "Dancing Devil" og "Will You Stay”, sum blivu nógv spæld. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2016, tá fløgan ”Brace Against the Storm” kom út. Fløgan fekk sera góð ummæli av millum øðrum GAFFA.

Á fløguni finnast løgini "Roll with Me" og "Jessie", sum eru blivin sera nógv spæld - bæði í Danmark og eisini her hjá okkum. Fløgan gjørdist beinleiðis nummar eitt á danska fløguhittlistanum og fløgan hevur fingið bæði gull og platin-status.

Stóra danska stjørnuskotið verður nú at hoyra saman við bólki sínum á Vaglinum í Havn í summar.

Vænta nógv fólk
Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 hevur gingið sera væl og eftir henni at døma, verða nógv fólk á Vaglinum í summar. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn kunngjørd, sum fara at spæla. Talan er um bæði útlendsk og føroysk nøvn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo