Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, eru fólkanøvnini broytt seinastu árini. Lív og Hanna eru nú millum mest vanligu nøvnini á kvinnum, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu nøvnini á monnum.

Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið áðrenn tað. 

Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Einasta broyting er, at navnið Eyðun er skift út við navnið Jónas í 2021. 

Fara vit 30 ár aftur til 1992 er broytingin eitt sindur størri. Tá vóru nøvnini Bárður, Martin og Magnus ikki á listanum fyri tíggju tey mest vanligu nøvnini, men Jan, Regin og John í staðin.

Jónas tikið stórt lop seinastu 30 árini
Nýggjasta navnið á listanum yvir tíggju tey mest vanligu nøvnini á monnum er Jónas. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld og er klintrað av einum 494. plássi í 1992 til 9. pláss í 2022, tá teir vóru 170 í tali. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo