Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs kommuna: Sørvágs kommuna hevur sett nýggjan tekniskan leiðara, og tað er Jákup Suni Lauritsen, og hann byrjaði í starvinum 1. september.

Jákup Suni kennir væl kommununa, tí hann hevur sitið í bygdaráðnum fleiri ferðir, eisini sum formaður í teknisku nevnd og borgarstjóri. Afturat tí hevur hann starvsroyndir sum tekniskur leiðari og skrivari í Kvívíkar kommunu, og harvið eisini royndir innan kommunala fyrisiting.

Jákup Suni hevur útbúgving sum bygningssnikkari og byggifrøðingur, og hann hevur drúgvar royndir innan tað tekniska økið, bæði innan projektering og byggileiðslu, og við hesum metir Sørvágs kommuna hann at vera væl ílatnan til uppgávuna.

Seinastu árini hevur Jákup Suni verið stjóri í Sørvágs snikkaravirki.

Av øðrum vikomandi starvsroyndum kann nevnast, at Jákup Suni í fleiri ár var nevndarformaður í SEV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo