Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Á Grækarismessu fagna vit vársins boðbera. Tjóðfuglurin tjaldrið er komin aftur til landið at reiðrast og støðast. Flytifuglurin er ein fráboðan um tíðina, sum kemur og fer. Vit fáa náðir at liva og virka eitt tíðarskeið.  

 

Vanliga valdar hátíðardámur grækarismessudag. Undir Merkinum savnast vit til ljómandi tónar og talur, nú náttúran vaknar úr vetrarsvøvni. Í ár var øðrvísi, tí samfelagið lat aftur og fór í dvala. Várið avmarkaði sjálvsagdar møguleikar.

 

At samfelagið er latið aftur er einans ein partur av sannleikanum. Nógv fólk arbeiða meira enn fulla tíð okkara vegna, nú farsóttin Covid-19 hóttir landið og heimsins tjóðir.

 

Heilsuverkið, Almannaverkið og annar fakligur serkunnleiki hava tænt okkum framúr væl. Covid-19 lærir okkum at virða og hámeta teirra arbeiði. Tað er altíð ein álvarslig avbjóðing at arbeiða á markinum millum lív og deyða. Arbeiðið er bæði krevjandi og vandamikið fyri starvsfólkini, ið eru eyka útsett fyri smittuni.

 

Eisini vit, ið á annan hátt arbeiða við menniskjum, hava merkt neiligu árini av nevndu farsótt. Einki er sum áður við atliti at kirkjum og samkomum. Fólkið – eins og alt virksemið í landinum –  er ávirkað.

 

Serliga stór er avbjóðingin hjá teimum avvarðandi við lívlát. Undir øðrvísi umstøðum mega tey siga einum av sínum kæru farvæl, áðrenn deyðin gevur boð um jarðarferð. Júst tann seinasta løtan er ómetaliga virðismikil, tá ið tikið verður saman um lív og samlív, tey seinastu orðini verða søgd og tøkkin borin.

 

Í míni tíð sum prestur eru stórir batar hendir í samfelagnum. Í heilsuverkinum, á sjúkrahúsunum, á ellis- og røktarheimum og stovnum. Starvsfólkini eru fakliga dugnalig. Fakfólk nýta sín fakliga kunnleika og arbeiða við hjartanum. Tey hava umsorgan fyri tí doyggjandi og teimum avvarðandi. At síggja við hjartanum er ein góð eygleiðing. Tey eru ein Guðs gáva.

 

Tað menniskjansliga hevur høga raðfesting í allari røkt. Tilgongdin er avgerandi fyri vælveruna, hvussu røktin og viðgerðin verður mett og vignast. Svá vit meta um innihaldið, kennist veruleikin. Viðhvørt viga kenslurnar og tann persónliga fatanin eins nógv og tann objektiva fakliga vitanin. Í mangar mátar er lívið subjektivt.

 

Úrslitið liggur í sjálvari tilgongdini. Onkuntíð er tøkkin frá teimum avvarðandi óendalig, hóast hin sjúki doyði. Aðrar tíðir eru vit, ið gjørdust frísk, sparin við tøkkini, tí tann menniskjansliga tilgongdin kendist ikki nøktandi.

 

Sjúklingurin doyði. Tó ljóðar tøkkin í nøgdsemi fyri alt tað góða og vakra, ið tey avvarðandi upplivdu ta seinastu tíðina. Menniskjanslig atlit, virðilig viðferð og handfaring. Lívið sløknaði, men tey avvarðandi fingu troyst og heilsubót.

 

Í truplum umstøðum kunnu vit fara skeiv hvør av øðrum, bæði fakfólk og avvarðandi. Sig frá! Sig frá til rætta viðkomandi á røttum stað til rætta tíð!

 

Øll menniskju hava ábyrgd av, at samtalan kemur til eitt nøktandi úrslit, bæði tey sjúku, tey avvarðandi og fakfólk. Tó, fakfólk hava høvuðsábyrgdina av tí fakliga samskiftinum. Tess vegna mega vit sum fakfólk læra kynstrið at siga tað sama á ymiskan hátt í fleiri fakligum løgum alt eftir umstøðunum.

 

Eisini vit, ið eru fyristøðufólk í kirkjum og samkomum, eru tikin av bóli. Covid-19 endavendi okkara samskifti við tey avvarðandi, tá ið deyðin nærkast einum av teirra kæru. Sum flest onnur vóru vit ikki fyrireikað til hesa støðuna.

 

Vónandi bera tey avvarðandi yvir við okkara frástøðu og fyrivarni. Hjástødd í fráveru og nærleiki í frástøðu eru undir núverandi umstøðum eitt plástur á sári. Undir vanligum umstøðum er máliskan als ikki nøktandi, tí tað menniskjansliga krevur samveru í sama rúmi um somu tíð.

 

Røddin í tólinum og andlitið á skerminum eru kærkomnir møguleikar, ið hava fingið sítt innihald frá persónligari samveru og likamligari nærveru. Hóast tøknin er komin fyri at vera, fara vit heilt vist aftur í kirkjuna. Júst trúgvin í hjartanum og gudstænastan í halgidóminum skapa við Heilaga Andans hjálp andan í tøknini. Uttan samveru í halgidóminum hevur andin á netinum avbjóðingar.

 

Tað var ein sinnisliga sterk løta, tá Útvarpið boðaði frá andláti á fyrsta sinni á henda hátt. Máliskan var undir núverandi umstøðum so vøkur, talandi og kensluborin, at tárini runnu niður eftir kjálkunum. Júst jarðarferðir hava prestanna og fólksins høgu raðfesting. So svárt, so nívandi og so stórur longsul eftir tí kenda, at verða teimum avvarðandi til virðiliga tænastu.  

 

Siðvenjan at fylgja líki er vøkur. At steðga á og vísa tí deyða virðing. At steðga á í samkenslu við teimum avvarðandi. Saman at hoyra boðskapin um uppreisn av deyða og grøv til ævigt at liva í Guðs ríki. At siga farvæl, inntil vit aftur síggjast.

 

Biði av insta hjarta, at lívsins Guð leggur sín djúpa frið í hjørtu teirra avvarðandi. Fram við vegnum stóðu næstringar og vinfólk í frástøðu og heilsaðu. Eisini tað er Guds signing, tí jarðarferðin var í stillum. Amen.

 

Orðið: “Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.” (Matteus 5,4).

 

Jógvan Fríðriksson,

biskupur

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo