Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri avvarðandi til systur mína Janu. Hon er ein av teimum krevjandi brekaðu, tí hon má hava umsorgan og hjálp til stutt sagt alt, hon dugir ikki at tosa, ganga, fáa sær at eta og má hjálpast til reinføri. Jana er bæði andaliga og likamliga ófullfør. Kjakið og viðgerð av bústøðum til Janu og onnur brekaði hevur verið ein partur av mínum lívi, alt tað eg kann minnast. Allan barndómin og ungdómsárini havi eg við foreldrunum vitja stovnar í Norðurlondum, so eg havi upplivað og sæð fleiri stovnar enn tey flestu – kanska meira enn gott er hjá einum barni.

Jana er langt frá einsamøll við krevjandi tørvi. Tey eru nógv. Og tað koma altíð at vera fólk við breki, sum hava størri tørv enn onnur. Tørvurin, ið Jana og hennara líkar hava, verður tíverri ikki hoyrdur og nevndur í úttalilsunum hjá Javna og Megd.

Tíverri hava tey, sum eru ringast fyri, ikki havt áhugafelagsskap at verja tey. Í nógv áratíggju hava áhugafelagsskapir hjá teimum brekaðu arbeitt ímóti stórum eindum og fyri at niðurleggja búplássini á Eirargarði, uttan at nakaðer komið í staðin. Sjálvt umvælingum av Eirargarði hevur verið arbeitt ímóti. Lobby er beinleiðis gjørt fyri heldur at brúka pengarnar til minni eindir kring landið, og politiski myndugleikin hevur fylgt hesum útsøgnum. Eirargarður er blivin ein ræðumynd um, hvussu ræðuligar stórar eindir eru. Men nógv av sethúsunum, ið komu ístaðin, hava verið nógv verri loysnir.

Veruleikin er, at nøkur eru nógv meira brekaði enn onnur og hava ein heilt annan tørv enn tey við minni fýsiskum og andaligum brekum. Tað er ein miskiljing, at øll ynskja og kunna búgva í minni eindum.

Í nógv ár hava vit avvarðandi av búfólki á Eirargarði fingið víst fram tekningar um nýggjar bústaðir til tey, sum hava krevjandi tørv eins og Jana. Og hvørjaferð eru verkætlanirnar dotnar niðurfyri, serliga vegna úttalilsir um minni búeindir, frá áhugafelagsskapum, eins og Javni og Megd koma við nú.

Eg var við teimum avvarðandi at fólkum á Eirargarði á fundi við Eyðgunn Samuelsen og arkitektinum Heidi Poulsen í 2019. Vit sóu tekningarnar, og eingin hevði nakað at siga ímóti teimum. Fyri meg var uppskotið ov gott til at vera satt, eg trúði tí ikki. Bygningurin uppfylti allan tørvin, vit høvdu. Støddin var hóskandi og innrættingin við ávísum felagsøki og øðrum privatum øki nøktandi. Skiftandi Landsstýri og Landsstýrisfólk hava hildið fast við leistin.

Bygningurin á Argjum er í gerð og Eirargarður umvældur og verður vónandi enn meira umvældur. So útlitini fyri brekaði við krevjandi tørvi eru góð í Føroyum. Sjálvandi má mest fáast fyri høga kostnaðin á bústøðum og mest fáast burturúr kvadratmetrunum - hita, luft og øllum felagskostnaðinum, so búfólkini fáa besta bústaðin og námsfrøðingar góðar bygningar við góðari inniluft, tekniskum hjálparamboðum og góðum arbeiðsumstøðum.

So vónandi heldur Landsstýrið, Sirið Stenberg og komandi politikarar og embætisfólk fæst við leistin um at byggja størri eindir, búfólkunum og starvsfólkunum at frama. Løgmaður var greiður og skilagóður í ólavsøkurøðu sínari um evnið.

Mítt úttalilsi er ikki granskingargrundað, eins og Megd biður um, men eg loyvi mær at taka lut í kjakinum hóast tað, har viðførið er at vera beiggi og búskaparfrøðingur.

Óli Samró

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo