Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alt mítt lív havi eg hoyrt uppá hvat javnstøðunevndin sigur um hetta og hatta. Men at javnstøðunevndin fegnast yvir, at kvinnan eina og aleina sleppur at velja, um lívið hjá barninum skal forseta ella ikki, tað hevur absolut onki við javnstøðu at gera. Eg byrji at ivast í, um tit vita hvat orðið  «javnstøða» merkir. Javnstøða merkir, og eg siteri úr orðabókini: « tað at standa javnbjóðis øðrum, javnrættur»  At kvinnur hevur einaræði í hesari avgerð, kan als ikki metast sum javnstøða, absolut ikki. Hetta burdi fingið alla nevndina at vrakna við, tí hetta gongur beint ímóti tykkara umstrídda arbeiði, sum tit vilja, at fólk skulu hava virðing fyri. Har er ongin javnrættur. Pápin sleppur onki at velja, og barnið verður ikki so mikið sum rokna sum eitt menniskja. Hóast vit øll vita,  vit sum liva í dag, at øll hava verið somu lívsins menningargongd, áðrenn vit komu úr móðirlívinum. Lívið er komið inn í lívmóðrina hjá mammuni, hon er tann heldiga, at bera barnið í 9 mnd. Hon og pápin vóru bæði um hetta. Tey eiga bæði barnið, og eiga BÆÐI at taka ábyrgdina av barninum.

Vit eru vitandi um, at kvinnur ikki altíð hava havt somu rættindir sum menn, á summum økjum. Uttan iva, eru fleiri kvinnur í Føroyum, sum fegnast um, at hesi tingini eru blivin javnstillaði. Eg hugsi um, at onnur fólk hava eisini stríðst fyri, at vit kvinnur hava fingið nøkur rættindir, sum ikki vóru atgongilig fyri nøkrum árum síðani. Vit sleppa, á Val, vit kunnu eiga tað sum vit eru før fyri. Vit sleppa at giftast við tí maka, sum vit velja, uttan at skulla eiga nakað jarðlendi ella djór. Vit kunnu velja útbúgving og arbeiði, júst sum okkum lystir, sum tú setir tær fyri í hjartanum, títt kyn avmarkar ikki tínar møguleikar og dreymar. Tú sum kvinna ella maður ert tann, sum avmarkar teg fyri hvat tú ætlar tær. Ongin annar.

Men nú leikar á aftur. Nøkur á Tingið vilja ganga føroyingum og lívinum ímóti. Eftir at seinast summar, savnaðust 1000 tals føroyingar á Vaglinum fyri, at fegnast yvir lívið. Tey fólkini vildu vísa sín kulør, at vit vilja verja og stríðast fyri tey veiku. ONGIN eigur at missa rættin til lív. Ongin. Hvørki tey sum ikki hava trupulleikar, ella tey ið mangla likamslutir, ella tey ið bera okkurt brek. Øll eiga rættin til lívið, tað kallast ein mannarættur. Lívið, sum er ein fantastisk gáva til okkum øll. Líka mikið, hvussu tú sært út, ella hvat tú ert føddur við. Nøkur ráðandi, vilja gera eina enn verri fosturtøkulóg. Rætt hevði verið, at avskaffa hana, einaferð fyri altíð. So tað var líka óhugsandi at fremja fosturtøkur, sum tað er, at hava trælir í Føroyum. Nøkur í Løgtinginum, vilja enn einaferð seta kílar í samfelagi. Vit tosa um mannalív, ikki kettlingar ella mýs sum skulu avlívast. Tosi um okkara ommu og abbabørn, ella børn, alt annpá hvar vit eru í lívinum.

Góðu fólkavaldu! Hugsi tykkum sera væl um í hesi søk. Ikki bert lurta eftir teimum fáu larmandi røddunum, sum bert tosa um kvinnurættindir. Hugsa longri enn kenslurnar. Tú slapst at liva, tú slapst at uppliva fantastisku Føroyar.  Og nei, alt er ikki ljósareytt, vit hava fleiri skuggasíður eisini í Føroyum. Men tað kann ikki vera ein umskyldning fyri at týna børnum. At vit síggja skuggasíður, burdi fingið handling at fylgt við. Vit skulu seta pening av til tey, sum hava tað svárt, veita teimum hjálpimidlar, ráðgeving o.a. Sleppur hetta ígjøgnum, so lækkar alt menniskjuligt støðið. So verður tað júst sum í øðrum londunum. Ongin børn við Down Syndrome verða fødd í okkara grannalondum longur, tí tey vera vald frá. Downs ríkar okkara samfelag, meir enn vit ána. Hareftir, so kemur aktiv deyðshjálp, til at vera næsta stigið. Har vit fara at lata kenslurnar stýra enn meira. Tá onkur ikki maktar lívi, ja, so loyva vit viðkomandi, at taka lívið av sær. Er tað veruliga soleiðis vit ynskja tað í Føroyum, eg trúgvi ikki. Vit eru eitt framkomið land, lat tað so síggjast at vit virða mannalív.

Javnstøðunevndin fegnast yvir javnstøðu. Eg má spyrja fyri hvønn?? Barnið verður ikki somikið sum viðurkent, pápin hevur onki at skula sagt. Ikki eiti á javnstøða!

Við vón um at fólkavaldu, brúka vit og skil og hava hjarta fyri teimum allar veikastu, tí ófødda barninum.

Heidi M. Johansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo