Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Um almenna ognarlutin í BankNordik og føroyskt fíggjareftirlit

Spurningar:
1. Nær og hví er hámark fyri atkvøðunum hjá tí almenna sett inn í viðtøkurnar hjá BankNordik?

2. Er tá neyðugt hjá tí almenna at halda fast við tey 34,8% í ognarluti, ella kundi almenni ognarluturin verið lækkaður til tey 10%, sum tað almenna í dag hevur at atkvøða við?

3. Hevði tað ikki givið størri almenna ávirkan á bankageiran, at eitt føroyskt fíggjareftirlit varð sett á stovn?

Viðmerkingar:
Hóast landið eigur 34,8% av partapeninginum í BankNordik, hevur landið sambært viðtøkum bankans bert 10% av atkvøðunum á aðalfundinum. Tað hevði verið forvitnisligt at fingið at vitað, nær og hví hetta hámark fyri atkvøðum er sett inn í viðtøkur bankans, og um nakrar ætlanir eru um at fáa eina javnvág millum ognarlut og atkvøðustyrki í bankanum.

Um endamálið hjá landinum við at eiga partabrøv í BankNordik er at fáa ræði og ávirkan á føroyska bankageiran, er vert at hugsa um, hvørt hesin leistur er skilagóður. Tá kundi av røttum verið spurt, um neyðugt er at halda fast við tey 34,8 prosentini í ognarluti, ella ognarluturin kundi verið lækkaður til t.d. 10%. Annars er tað eingin loyna, at góði triðingurin av ognini í bankanum gevur góðar inntøkur til landskassan ár um ár, hóast ávirkanin er munandi skerd.

Tað sær út til, at sera lítil ávirkan fæst, hóast landið hevur bundið eina hálva milliard krónur (við dagsins kursi) í BankNordik. 10% av atkvøðunum og talurætt í einum banka er lítið effektivari enn leisturin, ið kendi danski felagsskapurin "Kritiske aktionærer" nýtir, tá hann keypir sær eitt einkult partabræv fyri at sleppa á aðalfund at seta spurningar.

Skulu vit hava veruliga ávirkan á føroyska bankageiran, so mugu vit hava eftirlit og fullan ræðisrætt; ikki bara partabrøv í einum banka. Vit mugu hava røttu amboðini.

Tað hevur víst seg, ferð eftir ferð, at danska Fíggjareftirlitið, ið skal eitast at hava eftirlitið við føroyska bankakervinum, ikki røkir sínar uppgávur í Føroyum á nøktandi hátt. Teirra fokus er ikki her.

Í búskaparkreppuni í 90-unum var Fíggjareftirtirlitið, við órealistiskt ógvusligum niðurskrivingarkravi av sethúsavirðum, beinleiðis orsøk til, at fleiri túsund fólk vórðu rikin frá húsi og heimi. Eitt ítøkiligt dømi, í tí sambandi, var Fossbankin, ið seinni vísti seg at vera koyrdur á heysin av órøttum. Fíggjarkreppan var verulig, og vit høvdu sjálvi skuldina, men danska Fíggjareftirlitið gjørdi støðuna verri. Vit merkja framvegis avleiðingarnar í fólkatalinum.

Aftur í 2010 vísti tað seg, at danska Fíggjareftirlitið ikki hevði fingurin á pulsinum. Tá fekk tann føroyski fíggjarmálaráðharrin at vita, at alt stóð væl til í Eik Banka. Bara fáar vikur seinni fór bankin á heysin.

Annað dømi er høvuðssætið, ið BankNordik læt byggja fyri fáum árum síðan, men kendi seg noytt at selja beinanvegin, tí Fíggjareftirlitið kravdi, at spildurnýggi bygningurin bleiv niðurskrivaður til eitt órealistiska lágt virði, hóast hann lá mitt í Havnini. Niðurskrivingin hevði ført við sær stórt tap í roknskapinum hjá bankanum. Reaktiónin hjá bankanum var tí at selja høvuðssætið til íleggjara, ið rindaði langt oman fyri órealistisku virðismetingina hjá Fíggjareftirlitinum.

Dømini omanfyri eru bert nøkur fá av mongum, ið bera boð um eitt fíggjareftirlit, sum í besta føri ikki er nøktandi og sum í ringasta føri er beinleiðis vandamikið fyri føroyska búskapin.

Spurningurin vit eiga at seta okkum sjálvum er: hava vit ráð at lata vera við at yvirtaka Fíggjareftirlitið.

Á Løgtingi, 14. februar 2023
Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo