Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú enn eitt tingár er byrjað, og frágreiðing løgmans á ólavsøku 2023 er løgd fyri Føroya Løgting og føroya fólk, verður sett út í kortið bæði fyri komandi tingárið og eisini fyri komandi árini. Við orðingum um javnvág og týdningin í at finna røttu javnvágina, kann tað gerast ein ótti á brekøkinum, at hugsað verður um at skipa okkum øðrvísi og bíligari, tí vit komandi árini verða færri at rinda, sum løgmaður segði. Við hesum í huga, vóru samstundis fleiri gagnlig átøk, sum komandi árini vónandi gerast veruleiki.

Nógv er at tríva í, og MEGD vil hervið geva munagott íkast til, hvussu fólk, ið bera brek, áhaldandi komandi árini verða tryggjað grundleggjandi javnrættindi.

Brekumboð
Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð hevur nú verið til ummælis, og spennandi verður, tá ið lógaruppskotið í næstum verður lagt fyri Løgtingið. Sum sagt, er endamálið við lógaruppskotinum at bøta um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek.

Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við altjóða brekrættindasáttmálan. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Eftir ætlan kann Brekumboðið fara til verka 1. januar 2024.

Júst av nevndu orsøkum hevur tað grundleggjandi týdning, at tillagingar verða gjørdar í uppskotinum til løgtingslóg, sum varð sent til hoyringar. Við støði í París-meginreglunum vísir MEGD á, at tað hevur grundleggjandi týdning, at Brekumboðið fer at virka óheft og uttanveltað. Hetta skal skiljast breitt, eitt nú í mun til bygnað, stovnsgrundarlag, starvsfólkaviðurskifti, nevndarsamanseting, virkisføri og umboðan.

Óheftni hjá Brekumboðnum merkir millum annað, at seráhugamál hjá myndugleikum, partapolitisk áhugamál, egináhugamál og onnur áhugamál treytaleyst verða sett til síðis, soleiðis at áhugamálini hjá fólki, ið bera brek, verða rætt og rímiliga umboðað. Fyri at vera uttanveltað skal Brekumboðið vera sjálvstøðugt, og undir ongum umstøðum vera partur av - ella ov tætt knýtt at - einum myndugleika ella politiskum áhugamálum.

Hoyringarsvarið hjá MEGD kann lesast í fullari longd á heimasíðuni www.megd.fo.

Tann góða tilgongdin
Løgmaður segði í frágreiðingini, at arbeiðið at eftirmeta ta góðu tilgongdina, sum verður gjørt í AMMR saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Kommunufelagnum og Autismufelagnum, eftir ætlan verður liðugt í heyst.

„Tann góða tilgongdin” er ein skipaður tvørgeiraligur og tvørfakligur samstarvsleistur, sum hevur til endamáls at samskipa tænastur frá ymiskum myndugleikum saman við familjum, sum hava barn við autismu, so at gerandisdagurin hjá familjunum verður lættari.

Frá byrjan í 2015 var greitt ynski hjá øðrum avvarðandi pørtum, sum hava sama tørv, at gerast partur av góðu tilgongdini. Nú vit skriva 2023, og við einum samgonguskjali sum ásetir, at tann góða tilgongdin bæði skal eftirmetast og víðkast, segði løgmaður tó einki um, nær hon verður víðkað til at fevna um øll, sum hava sama tørv. Harumframt var tað ein greiður fyrimunur, um tann góða tilgongdin varð skipað við lóg, við nøktandi, neyvum og ítøkiligum orðingum um rættindi hjá teimum, ið hava tørv á tænastuni og sjálvsagt við nøktandi fígging.

Bygging og bústaðir
Ætlanin er, segði løgmaður, at gera breiða semju millum allar flokkar á tingi um eina langtíðarætlan um at byggja vardar bústaðir og verkstaðir komandi 10 árini.

Ætlanin er eisini at byggja bygningar, sum skulu koma í staðin fyri núverandi bygningar, sum í mongum førum eru smáir, ótíðarhóskandi og í vánaligum standi, umframt at útvega fleiri búpláss, umlættingarpláss og frítíðartilboð.

MEGD gleðist um, at arbeitt verður við byggiverkætlanum m.a. til fólk við autismu í Tórshavnar kommunu og í Vága kommunu, sum koma í staðin fyri verandi bútilboð. Harumframt skulu fleiri nýggj búpláss byggjast. MEGD hevur ta greiðu fatan, at orðingar sum „stovnar” kennast ørkymlandi, tí sum søgan hevur víst okkum, hevur stovnsgerð skaðiliga ávirkan á fólk, ið bera brek.

Royndir, ástøði og gransking vísa, at smátt er gott, og at stovnslíknandi fyriskipanir og stovnsgerð sum heild ikki megna at verja og virða einstaklingin. Enn hevur MEGD ikki sæð gransking, ið vísir, at stórir bústaðir ella búfelagsskapir tryggja trivnað hjá fólki, ið bera brek ella avvarðandi teirra. Hóast vit hava leitað og biðið onnur víst okkum á hesa gransking. Tá ið samstundis verður hugsað um boðskapin frá arbeiðsbólkinum, sum gav okkum faldaran „Í góðum hondum”, so verður tó beinleiðis mælt til at byggja størri bústovnar.

Vit eiga at taka hetta í álvara, so vit ongantíð aftur enda við stovnsgerð, har hugsað verður um at byggja stórt, at effektivisera og byggja bíligari fram um at hugsa, hvar er best fyri einstaklingin. Her skulu allir viðkomandi partar, og serliga myndugleikin, veruliga seta seg inn í støðuna hjá búfólkum og avvarðandi teirra.

Tí eigur eingin langtíðarætlan ella bygging av stórum eindum at gerast, uttan fyrst verður tosa við avvarðandi feløg á brekøkinum, búfólk og avvarðandi teirra. Sambært altjóða brekrættindasáttmálanum hevur landsstýrið skyldu til at taka nevndu atlit í størsta álvara.

Samskiftismenning
Ásett er í samgonguskjalinum, at „fólk, ið hava skerdar samskiftisførleikar, skulu hava tilboð um hjálp”. Í dag verður samskiftismenning einans veitt í minni mun, og fleiri málbólkar fáa lítla ella onga tænastu.

Sum løgmaður vísti á, so er endur- og viðlíkahaldsvenjing hækkað við 1 mió. kr., og Almannaverkið er farið undir at skipa tænastuna soleiðis, at tað í størri mun verður møguligt at veita hesum málbólki samskiftismenning, harundir taluvenjing.

Her hevur tað stóran týdning at hugsa um skjóta og nøktandi hjálp til øll eftir tørvi uttan mun til brek, diagnosu, aldur ella øki.

Brekpolitisk langtíðarætlan tryggjar skynsemi og virðing
Løgmaður nevndi einki um brekpolitiska virkisætlan yvir um geirar, ráð, land og kommunur, sum okkum veruliga tørvar, um skilabesta javnvágin skal finnast. Hvar síggja vit okkum at vera um eini 20 ár, og hvussu skulu vit skipa okkum á alsamt broytiliga brekøkinum, sum bæði er stórt og samansett, har tænasturnar eru fjølbroyttar eins og mongu tilboðini.

Tættirnir í frágreiðingini vóru nógvir, og gott er m.a. at hoyra, at arbeitt verður við at gera yvirskipaðar ætlanir fyri heilsuøkið, at orðað verður ein serlæknaætlan við greiðum málum, og har avgerð skal takast um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum, og hvussu tørvurin á kommunulæknaskipanini verður nøktaður komandi árini.

Endiliga verður farið undir dialysuviðgerð í Suðuroy, eisini við gestadialysu, eins og at Læknavaktin (1870) verður styrkt við førleikum og tilfeingi frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, so sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar í heilsuverkinum. Hetta krevur servitan og fígging, sum vónandi nøktandi verður veitt.

Gleðiligt er at hoyra, at nýggja bókasavnslógin hevur við sær, at føroyskar ljóðbøkur verða til láns á netinum umvegis bókasøvnini hjá øllum, og at Rásin verður um- og útbygt.

Enn fleiri tættir
Sum løgmaður nevndi, so hava Føroyar yvirskipað moralska og politiska skyldu at verja fólk, ið bera brek, men rættiliga prinsippiell er sannkenningin, at Føroyar, sambært altjóða brekrættindasáttmálanum, eisini hava løgfrøðiliga skyldu at fremja javnrættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta varð ikki nevnt, og vil MEGD staðiliga heita á politiska myndugleikan um eisini at fremja lógarbundnu skylduna í verki.

Við nevndu tættunum í huga hevur tað sjálvsagt týdning at finna røttu javnvágina, og tó. Vit eiga og mugu ikki einvíst hugsa um, hvat er bíligast og mest effektivt. Hetta má alt gerast við stóru myndini í huga, sum ein brekpolitisk virkisætlan kundi givið okkum, saman við gransking, ið gevur okkum vitan um, hvat er best fyri einstaklingin og samstundis best fyri samfelagið. Tað er við vitan og vísdómi, vit finna rættastu javnvágina.

Við vón um góða viðgerð á Føroya Løgtingi, har hesir tættir bæði verða týðandi og týðiligir.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo