40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað var sannur hátíðardámur í Vági, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum, varð heiðraður við ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’. Hetta fyri trúgva tænastu í fleiri enn fýrati ár hjá SEV.

Umframt familju hjá Jóanesi vóru verandi og fyrrverandi starvsfelagar savnaðir at hátíðarhalda dagin saman við honum á Hotel Bakkanum.

Umframt aðrar røður, hildu Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, sum var stjóri hjá Jóanes í 25 ár, røðu fyri honum. Báðir róstu teir Jóanes m.a. fyri dugnasemi, nærlagni og serstakan røkjuskap í sínum starvi.

Hesi gott 40 árini, Jóanes hevur starvast hjá SEV hevur hann verið verkmeistari á Vágsverkinum í 10 ár. Broytingarnar hava verið nógvar og stórar hesi árini, og menningin á økinum ikki minni.

Frá olju, motorum og manuellum mannagondum til vind, sól, battaríir og automatik. Tá Jóanes sum 27 ára gamal í 1982 byrjaði í starvi hjá SEV, ímyndaði hann sær ikki, at motorarnir á Vágsverkinum fóru at standa stillir, meðan vindur, sól og battaríir veittu suðringum streym.

Les meira og sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo