Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

*23. februar 1939 - †15.mars 2024

Vit lærdu teg at kenna sum
ein vísan mann á váli
hvørs vitan skaraði framúr
í gerð og menskum máli.

Tú smæddist ei við orð og tal
at siga frá úr søgu,
og altíð vignaðist tín tala væl,
har tú helt tína røðu.

Nú fórst tú um hitt evsta lið
í tínum svára standi,
nú sjúkur tú steyg síðsta stig
mót ævinleikans landi.

Men eftir standa brøgd so mong
hjá øllum tínum kæru,
sum siga frá um ymsan fong
úr lívsins margfeldslæru.

Har tíni næstu vóru við
í lívsins ymiskleika,
har tey tær stóðu holl við lið,
hvar enn tú mundi reika.

----

Vár góði vinur, hvíl í frið,
nú liðugt er at kvøða,
nú stigið er hitt síðsta stig,
nú tagnað er tín røða.

Sov søtt og blítt við fedra lið,
tøkk fyri lív á foldum,
tær unnist ævinleikans frið,
sov sælur undir moldum.

- vit í Fuglafirði                                                                                                          

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo