Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sum ein stórur klaksvíksdrongur upplivdi eg, og mangur við mær, mangt av tí øsing og umtalu, ið tá var undir læknastríðnum, tó uttan at hava nakra fatan av tí størri myndini.

Hvør var grundin? Hvør byrjaði? Gjørdu norðoyingar rætt ella skeivt?

Eg visti ikki um eg skuldi hava skomm av tí, at hava rulla tunnur til blokaduna av havnini, sum umrødd var í heims tíðindum saman við Korea krígnum.

Men nú hava vit fingið ómetaliga góðar upplýsingar í bókini "Herskin herðindi" eftir mín góða vin Arnstein Niclasen. Bókin er eitt roysnisbragd sum fáur hevði klárað. Hann hugsar vítt og frítt.

Hann hevur eitt so gott tak á tí føroyska málinum. Stílurin er høgt flúgvandi og pennurin lætt skrivandi.

Við nógvum grundigum kelduarbeiði og kryddað við yrkingum og kátum undirhaldi. Stuttligum søgum og meistaraliga góðum persónslýsingum.

Fyri meg hevur tað verið ein sonn undirvísing í okkara søgu, og hvussu heimurin er og menniskjan.

Tað, sum eisini kemur undan kavi, er tað, at Arnstein er ein framúrskarandi rithøvundur. Tað er so væl samanumtikið.

Jógvan Purkhús,
Reykjavík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo