Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Jógvan er við síni útgávu "Tøgn" tilnevndur FMA fyri ársins útgávu. Ein heildarútgáva, sum viðgerð beiska vakurleikan, sum lívið er. 

Tøgn, longsul, misnýtsla og kærleiki. Alt stór evni viðgjørd gjøgnum yrkingar og gjølla livandigjørd gjøgnum tónleikin, sum verður myndaður av tunga føroyska stevinum, brúsandi havi, hornorkesturslagverki, strúkarum, klaveri og fremst, men ikki minst einum sera ekspressivum Jógvani.

Hettar verður ein løta, har vit lata sálarkvølin tala. Vit fara at lurta, tá ið Jógvan sigur sína søgu gjøgnum tónleikin.

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør.

Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo