40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Lítil samkoma var í Torfinsgøtu 21 í morgun, nú Jógvan Andreasen, vatnmeistari, leggur frá sær fyri aldur.

Borgarstjórin legði fyri við at siga, at hann hevði hoyrt, at Jógvan vildi ikki hava nakað hóvasták gjørt burturúr, at hann nú fór heim at njóta pensjónistatilveruna. Men heilt so lætt skuldi hann ikki sleppa, segði borgarstjórin.

Hann greiddi frá, at í dag 21. desember hevur Jógvan sín seinasta starvsdag hjá Tórshavnar kommunu, og at hann bleiv settur sum vatnmeistari í Tórshavnar Kommunu tann 7. mai í 2007. Hann hevur sostatt verið vatnmeistari í 15 ár.

- At vera vatnmeistari er ein stór ábyrgd og krevur skynsemi og tilrættalegging. Men eingin ivi er um, at tú hevur røkt starvið til fulnar frá fyrsta degi til í dag.

- Uttan mun til, hvønn vit spyrja, fáa vit at vita, at tú ert altíð fryntiligur og blíður, avhildin av tínum starvsfeløgum og altíð til reiðar at traðka til, tá á stendur. So tað verður stórur saknur í tær. Men vit unna tær væl at tú nú sleppur at taka tær av løttum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Borgarstjórin nevndi eisini, at Jógvan og Anna Maria eiga tvey børn og fimm abba/ommubørn, so hann verður ikki heilt arbeiðsleysur kortini, nú hann sleppur at brúka meira tíð uppá eftirkomararnar.

Eisini dámar teimum sera væl at ferðast – nú fáa tey so stundir til at uppliva nýggj og spennandi ferðamál.

- Eg skal bara bera tær eina hjartans tøkk fyri vælútint arbeiði og ynskja tær og familjuni eini gleðilig jól og alt tað besta í tí komandi, segði Heðin Mortensen, áðrenn hann handaði gávu frá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo