Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

John Frederiksen er boðsendur til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. John avloysir Andreas Lava Olsen, ið hevur givið avboð - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrr í vikuna varð A-landsliðhópurin hjá monnum til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða ávíkavist leygardagin 9. og týsdagin 12. oktober, kunngjørdur

Millum teir 22, ið vóru úttiknir, var Andreas Lava Olsen. Men nú er greitt, at framherjin úr Víkingi kortini ikki verður við hesaferð. Í staðin hevur venjarin, Håkan Ericson sent boð eftir John Frederiksen, ið spælir fyri SKU Amstetten í næstbestu deildini í Eysturríki.

Somuleiðis hevur landsliðsvenjari sent boð eftir Daniel Johansen úr HB til komandi dystir hjá A-landsliðnum.

Enn ber til at ogna sær atgongumerki til landsdystirnar móti eysturríkarum og skotum. Sølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í løtuni eru beint omanfyri 3.000 atgongumerki seld. Sølan fer fram í Nethandilinum á FSF.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo