Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Ofta lögið hvar og hvussu hugurinn reikar langt av landi skotin.
Fólk og lötur úr vári lívsins gerast livandi, og hava kanska meira enn nakað annað myndað  meg sum persón.
Hóast bygdin ikki var av teimum störstu, og mítt lívsferðalag hevur verið gjögnum metropolar við túsundtals íbúgvum, so liggja hóast alt störstu virðini akkurát har.
Í bygdini har eg sleit barnaskógvarnar!
Universiteti var gerandisdagurin. Filosoffarnir vóru tey eldru, tó uttan eina doktaragrad úr lærdum háskúla.
Við býarportrið á vaglinum (sum í gamla testamenti) stóðu teir.
Ella í einum av handlunum, alt eftir politiskari ella átrúnaðarligari áskoðan.
Skaldini á stöði við “babarara” (vágsbygd mín heimabyggð) við einföldum rími, men tey vóru har.
Myndlistin kanska ikki á stöði við Cézanne, Picasso ella Polloc, men pensilstrokini og litirnir á málningum í vindeyganum hjá Klæmunt, vaktu mín áhuga fyri henni.
Gerandisteologi var livandi og í nærum hvörjum heimi.
Lokalstjörnmálafröði, nærum undir hvörjum horni í bygdini.
Har og undir teimum fortreytum var hornasteinurin lagdur undir lív mítt, ið skjótt rundar tey fimti.
Ein dagur í barnaárunum bleiv tann ið meira enn nakar annar, skuldi venda friðarligu tilveruni á hövdið.
Rópan, sum um grindaboð kom í millum börnini.
Grindaboðini vóru millum stóru steinarnar í ánni.
Tveir fremmandir dreingir hövdu gjört innrás í bygdina.
Ein ögiligur gangur!
Rópan og geylan av skyldkonum hjá hesum báðum um at koma upp úr ánni, hjálpti lítið.
So nógvur var gangurin, at dunnur og síl vóru ikki at síggja í ánni nógvar dagar eftir hesa innrás.
Hesir báðir vistu væl at best var at halda seg í ánni, og so langt frá áarbakkanum sum gjörligt.
Teir etableraðu ribbaldarnir forsmóu sær einki í mun til hesar báðar.
Teir sóu forfjónaðir út at hava mist sín autoritet millum börnini hesa lötuna.
Ráðini vóru dýr, men hesir báðir máttu fyri einhvönn prís setast uppá pláss!
Og so var!
Dagurinn rann upp!
Gamlar sögur, óvild ella övund gekk yvir hesar báðar lítlu smádreingir.
Blóðið bleiv heitt, og tað gekk sum rótasúpan millum börnini, at ein stórur knívur var havdur á lofti.
Við býarportrið (á vaglinum) gekk prátið heitt, ikki bara tað at pápi teirra var afturkomin, men tveir dreingir hevði hann við sær ið ikki stóðu aftan fyri hann sjálvan sum smádrong.
Tá av hasaði fóru teir báðir til hús, hin yngri reyður um allt hövdið og undirvörrina fast bitna millum tennurnar.
Eg fekk teir aftur á garðavegnum og fekk at síggja lítla luppin (knívin) teir hövdu við sær.
Tann eldri bjóðaði mær við heim.
Mamma teirra gav okkum eina tjúkka rugbreyðsflís við pudisukri upp á.
Tað sæst at hesir báðir vóru aktivir, meini at einasta leikan, teir hövdu við sær úr Íslandi og var heil, var ein risastórur gummi Anders And ið angaði av vanilju.
Henda dag var eitt vinarband bundi millum mín og heim teirra.
Eitt vinarband ið rökkur djúpari enn eg við orðum kann lýsa.
Hvussu setur tú hol á?
Ella hvussu skrivar ein eina heilsan til ein mann við virðing og sær upp til?
Henda veldiga kappa, við styrki sum fáur og fekk tað at bera til?
Henda kærleiksfulla mann, pápa, abba og vin, við einum hjartarúmi ið umvevur öll?
Henda lívsroynda mann, sum sorg og tár hava brýnt til eymjúkleika, vísdóm og autoritet?
Henda lívsglaða mann, við so ómetaliga löttum lyndi, stuttligum frásögnum og uttan agg til nakran?
Henda gevandi mann, við einum eymum hjarta ið altíð er har tá á stendur?
Tað er torfört John!

Soleiðis endaði eg týskvöldið 11. september!
Ætlaði mær at gera hana lidna í vikuni.
(Um hon ikki kom á prent so skuldi hon hjálpa mær at seta orð á henda merkismann)
Fyrsta kladdan til eina 70 ára kvöðu!
Til ein mann eg meira enn nakran annan havi sæð upp til!
Dagin eftir fekk eg boðini!
Hann var farin heim til teir ævigu búðstaðir!
Sorgin so nívandi og minnini gevandi, ein flökt stöða at koma í.
Hvussu meira flökt er hon ikki hjá teimum ið standa honum enntá nærri?
Í öllum hesum er vónin einasta troystin.
“Vit eru ikki sum tey ið syrgja uttan vón”
Eitt smíl og ein ugga fann eg í öllum hesum.
Fór hann veruliga fyrst at hitta Hann, hann hevði sett sítt álit á? Fyri so at fara í 50 ára föðingardag hjá Karl Andrias? (Einfalt, men soleiðis er sorg við vón)
Ein söga John alltíð so inniliga flenti at, var tá hann setti meg og Karl Andrias at mála húsini hjá Diduni í regni.
Óansæð hvussu vit málaðu blivu húsini ikki gul.
Vegurin oman til búrhandilin var ljósagulur og lagið ringt. (Til hús tordu vit ikki)
Um midnátt sleit í og tá bar til.
Allt sær so ómetaliga tungt og tómligt út.
Mín bön er at tað fer at slíta í.
Minnini, löturnar, tárini og signingarnar saman við tykkara högt elskaða manni, pápa, abba og verfaðir, verða altíð hjá tykkum!
Tey fara sum sögan um gulu húsini hjá Diduni at lætta um sorgina, hóast saknurin altíð verður til staðar.
Við hjartans tökk hvussu ómetaliga góður tú var við meg.
Hvíl í friði mín góði vinur og fyrimynd.

Nils

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo