Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Norðoy: Jólaverkætlanin snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsið frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, pakkhúsi og tann siðsøguligi aktiviteturin uttandura.

Við hesum átakinum fáa allir borgarir, eldri eins og yngri ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning sum vekir góð minnir hjá eldra ættarlðnum og stimbrar áhugan og týdningin av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.

Til samanberingar kann vísast á den Gamle By í Aarhus sum letur upp hvønn desembur og fólk koma úr øllum heiminum at vitja. Tað finnast bert 2 apotekir av hasum slagnum eftir í kongaríkinum og tað er i Den Gamle By og í Klaksvík.

Í desembur er veðrið mangan baldrut og tiskil er hetta ein sera góður møguleiki hjá borgarum at koma inn í eitt sera hugnaligt umhvørvi har siðsøguliga afturbráið festir seg í sál og sinn samstundis sum jólahugnin breiðir sína fjálgu hond yvir húsið.

Livandi framsýningin letur upp 2. des aftaná jólatræið í Klaksvík er tendrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo