Sunnudagin 8. desember verður árliga føroyska jólaguðstænastan í Oslo. Njál Djurhuus heldur jólarøðuna.
Guðstænastan verður í ensku kirkjuni St. Edmunds Church, Møllergata 30, har føroyska jólagudstænastan hevur verið hildin í nógv ár.
Tað er Norsk-færøysk lag, sum skipar fyri guðstænastuni, ið byrjar klokkan 15.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aftaná guðstænastuna verður kirkjukaffi og høvi at fáa sær eitt prát við aðrar føroyingar og onnur við tilknýti til Føroyar.
Føroyska jólaguðstænastan í Oslo hevur verið hildin á hvørjum ári síðan fyrst í nítiárunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo