40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fróðskaparsetur Føroya: Í Bandasavninum á Føroyamálsdeildini hava vit funnið fram tvey jólalig bond frá 1956 við jólahugleiðing og jólaheilsanum úr Keypmannahavn til Føroya.

Í okkara skráseting stendur, at tað er Petur Reinert, ið er vertur og m.a. ger viðtal við Heina S. Heinesen, um siðin at senda jólaheilsanir, men vit ivast í, um hetta er beint – kanska onkur lurtari fær hjálpt okkum við at staðfesta, hvønn talan er um?

Og hvørjar munnu Malena og Petrina vera, sum eru so fegnar um at hava fingið “skerpilær” til jóla og senda kvøðu til “Maggu mostur og øll á Veðranesi” og fleiri onnur við?

Prátið um nær jólaheilsanir vórðu sendar á fyrsta sinni og hugleiðingar um, hvørt hesum siði man fara at vera lív lagað, nú telefonin er vorðin alt meira útbreidd, er stuttligt at hoyra í dag – Heini metir, at siðurin fer at halda fram nakað aftrat, og vit kunnu, nú 62 ár eru liðin, staðfesta, at hann hevði grein í sínum máli. Hóast telefonsambandið til Bíggjar er bøtt munandi síðani ein bert fekk sagt “góðan dag”, áðrenn tað breyt av, so tykjast føroyingar enn sum áður at leggja dent á, at heilsanir skulu sendast “við hjartanum”, og at tað ikki ger verri, um fólk eru eitt sindur rørd, tá tey venda sær til síni kæru heima.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo