Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent millum klokkan 14 og 16.30

Lions Club Tórshavn: Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn millum klokkan 14 og 16.30 fyri sínum árliga jólatiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata.

Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir.

Eisini kemur Havnar Hornorkestur at seta sín góða dám á løtuna við góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Eisini til at keypa sær kakao og bollar.

Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Hesaferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin frá jólatiltakinum skal fara til Jólahjálpina hjá Barnabata.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo