Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Árligi jólakalendarin hjá Kongshúsinum fer í ár eisini at vera úr Føroyum og Grønlandi.

Margretha drotning sendir eina nissugentu til Føroya og Grønlands at leita eftir systrum sínum, sum hava verið horvnar síðani Christian X kongur og Alexandrina drotning vitjaðu ríkispartarnar í 1921. Tvær nissugentur, sum vóru við á ferðini fyri skjótt 100 árum síðani, hvurvu á ferðini, og hava ikki verið sæddar síðani, er søgan í stuttum.

Jólasiðir, mýtur og sagnir úr Føroyum og Grønlandi verða flættað inn í søguna, sum verður á bæði føroyskum, donskum og grønlendskum, lovar Kongshúsið.

Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá Kongshúsinum, og nýggjur partur verður lagdur út hvønn morgun klokkan 8.30 okkara tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo