Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 21. desembur fara jólasangir, tónleikur og sálmar at ljóma í Vágs kirkju.

Tað eru lokalir tónleikarar, sum saman við øðrum hava tikið stig til hesa jólakonsert nú tað veruliga stundar til jóla.

Tey, ið fara at syngja og spæla eru: Hans Jacob Hjelm, Runi í Lágabø, Bergur Gudmundsen, Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Evi Tausen og Gudmund Larsen.

Stutt jólaandakt er eisini á skránni umframt at unga Ásgerð Stenberg Olsen fer at spæla pre- og postludium á tvørfloytu.

Hesar seinastu dagarnar hava tónleikarnir vant til jólakonsertina og kemur konsertskráin at bera brá av siðbundnum føroyskum jólasangum og sálmum umframt eisini enskum jólasálmum.

Fyrireikararnir siga eisini, at teir vænta at okkurt nýtt tilfar verður á skránni hóskvøldið.

Tá ið konsertin er liðug verður møguleiki at lata eitt oyra til fíggjarliga sperdar familjur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo