Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Í ár verður konsertin sunnukvøldið 6. desember klokkan 19.30, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.

Men tað er næstan bara tað, sum er sum tað plagar, tá vit tosa um sangárið 2020.

Tá árið byrjaði hevði Tórshavnar Manskór stórar ætlanir saman við Karlakóri Reykjavíkar um jólakonsertir, bæði her og í Reykjavík, men tað fór sum so mangt annað í hesum tíðum í vaskið.

Men tá ein hurð letist aftur, letist ofta ein onnur upp, og soleiðis var eisini í hesum førum. Tí manskórið hevur fingið Elina Brimheim Heinesen at framføra sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, hevur yrkt, og sum Elin sjálv hevur gjørt lagið til.

Nógv tann størsti parturin av skránni er føroyskur, men kórið syngur eisini ein latínskan sang, ein danskan og ein enskan áðrenn teir enda við teimum báðum kendastu føroysku jólasangunum, Føgur er foldin og Gleðilig jól.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni. Kórið er sera virkið og hevur vanlig ár hópin av framførslum. Umframt tær føstu konsertirnar um várið og á jólum hevur kórið millum 30 og 40 framførslur um árið.

Jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður í Vesturkirkjuni sunnudagin 6. september klokkan 19.30. Tey sum ikki sleppa til konsertina í kirkjuni hava tó ein møguleika afturat, tí konsertin verður stroymd á heimasíðuni hjá kirkjuni, www.vesturkirkjan.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo