Visit Tórshavn: Í dag, sunnudagin 17. desember, kl. 15 koma jólamenn í býin á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum.
Jólamennirnir hittast síðani í Tinghúsgarðinum, har Angela og Hannibal fara at undirhalda á vøkru Paviliónini.
Angela og Hannibal eru eisini komin í jólahýr, spennandi hvat Angela fær frá Hannibal í gávu!
Klokkan 17 syngur Morgunkórið á Paviliónini.
Forvitnisligi jólamarknaðurin í Betri garðinum og á Vaglinum hevur opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum og í SMS.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo