40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur í ár fer fríkirkjan Vegurin í Vágum at veita jólahjálp. Í komandi viku verður faldari við kunning um jólahjálpina borin út í hvørt hús, men longu nú ber til at søkja um hjálp.

Jólahátíðin, har vit minnast, at Jesus var føddur og gav okkum vón, er fyri framman. Hesa vón vilja vit fegin birta, har tørvurin er størstur.

Við jólapakkanum vilja vit fegin veita jólahjálp til tey, sum ikki hava nógmikið um jólini. Í høvuðsheitinum er talan um mat, men møguliga kann annað koma uppá tal.

Hvør kann søkja um jólapakkan?
Fólk, ið hava tað torført fíggjarliga
Fólk, ið kenna onkran, ið hevur tað torført fíggjarliga

Soleiðis gert tú:
• Send ein teldupost til frikirkjanvegurin@gmail.com
• Greið í stuttum frá, hví tú søkir um jólahjálp.
• Um tú ikki søkir fyri teg sjálvan, upplýsir tú, hvønn tú søkir fyri.
• Ert tú í iva um okkurt, ert tú vælkomin at ringja til Lonu, tlf. 267942 ella Ingu, tlf. 261680
• Seinasta freist at søkja er 5. desembur 2022.

Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit taka við gleði ímóti stuðli til hetta átak. Tú kanst flyta eina gávu á konto í Betri Banka: 9181-1241852 ella Bank Nordik: 6460- 4951141

Viðmerk: Jólapakkin

Leiðslan fyri Vegin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo