Nú koma jólamenninir til Sands.
Jólamenninir hava akkurát boðað frá, at hóskvøldið 20. desembur kl 18, koma teir til Sands við jólaskipinum.
Úr Støðni verður koyrt norð á Ljósafløtt, har dansað verður um træið, børnini fáa jólapakkar, og kommunan bjóðar gløgg, holukøkur og annað gott.
Verið øll hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo