40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Børn og barnsligar sálir í Norðoyggjum og aðrastaðni við kunnu gleða seg, tí hósdagin verður aftur møguligt at heilsa uppá jólamennirnar, sum koma við jólaskipinum á Klaksvík.

Tiltakið verður úti í Klaksvíksgarðinum, niðanfyri Forminnissavnið, sum eisini hevur opið í samband við tiltakið.  

Skráin: 
Kl. 18.00 Jólaskipið kemur á Klaksvík
Kl. 18.30 Niclas Heri Joensen bjóðar jólamonnunum og øllum at vera vælkomin til tiltakið 
Kl. 18.35 Jólamenninir syngja og hugna sær á pallinum
Kl. 18.55 Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, ber fram røðu og avdúkar “Ársins Rósu”
Kl. 19.10 Vit syngja felagssangin; Nissumamma og nissupápi
Kl. 19.15 Jólamenninir deila pakkar til børnini

Jólamennirnir lata heilsa, at teir vóna at síggja nógv børn. Stór og smá. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo