Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at heimskendi Jonas Blue úr Bretlandi verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 24. juni.

Jonas Blue gjørdist heimskendur í 2015 við lagnum Fast Car, sum hevur hittað á flest øllum útvarpsrásum, dansigólvum og festivalum kring heimin. Lagið hevur ligið á ovastu rókum á teimum allar størstu hittlistunum og lá heilar 11 vikur í topp 10 í Bretlandi. Lagið hevur eisini ligið #1 á iTunes listunum í fleiri londum, t.d. Bretlandi, Týsklandi, Svøríki og Australia. Í løtuni hevur lagið yvir 200 mió. spælingar á YouTube.

Sama kunnu vit siga um lagið Perfect Strangers, sum eisini hevur klárað seg stak væl við yvir 200 mió. spælingum á YouTube. Lagið hevur ligið í topp 10 á enska hitlistanum í 10 vikur og somuleiðis selt væl kring heimin. So væl, at Jonas Blue í 2016 var tað mest seljandi enska navnið yvirhøvur.

Nýggjasta skotið frá Jonas Blue er By your Side, sum uttan iva eisini fer at náa slíkum tølum.

Í løtuni er Jonas Blue nummar 33 á Spotify yvir mest spældu nøvn í øllum heiminum. Og tí verður hann uttan iva eitt tað mest aktuella og spælda navnið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum.

Jonas Blue spældi í fjør millum annað á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur. Og í summar verður hann eitt av stóru nøvnunum á teimum allar størstu festivalunum kring heimin.

Nú fáa so allir dansiglaðir føroyingar møguleika at uppliva Jonas Blue í Vágsbotni. Og tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið kann fáa fjøldina á kók eins og John Martin gjørdi í 2015 og Otto Knows gjørdi í fjør.

Umframt Jonas Blue, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Thomas Helmig og Gulddreng eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. Í komandi viku verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði føroysk og útlendsk.

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu um hesa tíð, og tí vænta fyriskipararnir, at tað aftur hesaferð verður útselt lang áðrenn tiltakið fer at byrja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo