Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

GroAqua: Føroyska fyritøkan JT electric skiftir navn til GroAqua. Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna.

Í desember í 2020 keypti JT electric skotsku fyritøkuna Sterner AquaTech UK í sambandi við ætlanir um at fóta sær betur á bretska marknaðinum. Nú verða góðu førleikarnir í báðum fyritøkunum veruliga flættaðir saman í eitt felags brand fyri at koma sterkari út á altjóða marknaðin – nú við navninum GroAqua.

“Vit eru spent uppá at byrja eitt nýtt kapittul sum eitt samlað felag og at byggja ein sterkan pall sum veitari til altjóða alivinnuna”, sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua. “Vit koma áhaldandi at menna burðardyggar tøkniligar loysnir til alivinnuna og at stuðla alarum við at náa teirra vakstrar málum”.

Starvsfólkini og vørurnar í fyritøkuni eru enn tær somu við fleiri áratíggjum av royndum at menna tøkniligar loysnir til alifeløgini í harðbalna Norðuratlanshavinum.

Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna (grow aquaculture). Navnið ber boð um gróður, og hevur sama týdning bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark – og arbeitt verður við at styrkja støðuna á norska marknaðin, ið er heimsins størsti alimarknaður. Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum frá sølu uttanfyri Føroyar, og loysnir hjá føroysku fyritøkuni verða brúktar av alarum kring allan heimin.

Meira kann lesast um virksemið hjá felagnum á nýggju heimasíðuni www.GroAqua.io.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo